Barsilsskipanin skal styrkjast

Tað er harmiligt – fyri ikki at siga ódámligt - tá ein flokkur brúkar eina grein frá 2013, sum eina ræðukampanju í 2015. Útsøgnin um barsil varð tikin úr konteksti. Eingin fer væl av tí, at annar fer illa. Lat meg gera tað púra greitt:

Vit í Fólkaflokkinum vilja styrkja og leingja barnsburðafarloyvið til 1 ár við løn, har foreldrini fáa møguleikan at býta barnsburðafarloyvið sínámillum. Vit vilja somuleiðis endurskoða útgjaldsmarkið, so at eingin missir pengar, tá tey fara í barsil.

Bara fyri at sláa tað rimmar fast: Fólkaflokkurin vil styrkja og betra um barsilsskipanina.

Hanus Samró
Valevni Fólkafloksins