Djórini, umhvørvið og vit

Eitt hvørt framkomið og mentað samfelag, her undir eisini tað føroyska, skal altíð verða á fremsta plássið í spurninginum, um vernd av djórum og umhvørvið.


Djóravernd og umhvørvisvernd eru spurningar, har ið vit altíð skulu stremba ímóti hægsta felagsnevnara, heldur enn at góðtaka hálvhjartaðar lappaloysnir.

Vit føroyingar hava altíð gagnnýtt náttúrunar tilfeingið, men er tað eftir mínari meining eingin andsøgn í, at verða djóravinum og veiðufólk.

Danski sjónvarpsverturin Poul Thomsen, ið var vertur í teimum frálíku sendingunum " Dus med dyrene" segði einaferð, at vit skulu fara væl um øll djór; " både dem vi klapper, og dem vi spiser"

Greiðari kann tað ikki sigast.

Kunnu taka sum dømi, at við hjálp frá skilagóðum fólki fingu vit gjørt okkara grindadráp til nakað, ið eingin kann seta fingurin á í dag, sæð út frá einum djóraverdar etiskum sjónarmiði.

Eitt annað dømi er, at tað kemur næstan ikki fyri, at seyður liggur niðurbundin í longri tíð nú á døgum. Hetta ver heilt vanligt fyri ikki so nógvum árum síðan.

So sanniliga hava vit flutt okkum, djórum, fólkið og landið at frama.

Nú ræður um halda á fram við tí góða arbeiðinum, og ikki steðga á, tí eins og lívið er umskiftilit, so er náttúran tað eisini.

Føroyar skulu nú, og í allari framtíð, verða ein gimsteinur í alheims høpi

Lat okkum, bæði einstaklingar og tjóð, altíð hugsa um orðini hjá víðagitna Indianaraleiðaranum Seattle, 1786-1866, tá ið hann segði: " Vit hava ikki yvirtikið jørðina frá okkara forfedrum, men lánt hana frá okkara børnum"

Gott val.

 
Michael Dalbø
Valevni Fólkafloksins