Ein loyvisskipan er besta trygdin fyri framhaldandi vøkstri í Føroyum.

Meðan andstøðan saman við einum parti av Sambandsflokkinum vil hava eina aðra skipan fyri fiskivinnuna enn hana, vit hava í dag, heldur Fólkaflokkurin fast við, at ein loyvisskipan er besta skipanin at tryggja framhaldandi vøkstur í vinnuni og harvið øllum samfelagnum.

Tað hevur enn ikki borið til at fáa at vita, hvussu nýggja fiskivinnuskipanin hjá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn skal síggja út, burtursæð frá, at alt, fiskidagar, kvotur og onnur fiskirættindir, skulu seljast á uppboðssølu.

Høvuðsgrundgevingin er, at uppboðssølan tryggjar, at øll sleppa framat.

Tá spurt verður hvussu ein uppboðssøla tryggjar, at øll sleppa framat, tá ein veit, at íløgur í skip v.m. kosta 10-tals, ja 100-tals milliónir, umframt kostnaðin av at keypa rættindini á uppboðssølu, verður sagt, at ein kann bara leiga skip?

Formaðurin í Javnaðarflokkinum er tann einasti, sum hevur havt eitt boð uppá, hvussu øll kunnu sleppa framat, tá hann í D&V boðaði frá, at tey, sum keypa á uppboðssøluni, ikki skulu gjalda fyri rættindini, tá uppboðssølan verður hildin, men seinni, tá fiskurin er fiskaður og avreiddur, um nakað er at gjalda við.

Tað ljóðar væl, at øll skulu sleppa framat, men hetta eru tóm orð, tí tey allar flestu hava ongan veruligan møguleika.

Tað at øll skulu framat at gera tað sama, hevur ongantíð verið gott fyri okkara vinnu.

Tá alingin byrjaði av álvara, skuldu øll framat. Vit vita, hvussu tað gekk. Nú hava vit 3-4 fyritøkur, har tann eina hevur nógv tann størsta partin, og okkara alivinna er fremst í heiminum.

Tá eina nýggja lóg skal gerast, skulu vit hyggja eftir tí, sum hevur gingið væl og hevur riggað væl, við verandi lóggávu.

Fyri meg er tað ein sjálvfylgja at taka útgangsstøði í tí vinnu, sum vit hava í dag, teimum fyritøkum, stórum og smáum, og teimum einstaklingum, sum mynda fiskivinnuna í dag.

Tey eru ikki politisk útvald, men hava arbeitt í tí skipan, sum var gjørd við verandi lóggávu fyri gott 20 árum síðan. Skipanin, vinnan, hevur valt tey út, sum eru í vinnuni í dag. Nøkur eru tey somu, sum fyri 20 árum síðan, men nógv eru nýggj.

Vit skulu tí skipa so fyri, at vit heldur fáa færri enn fleiri fyritøkur í fiskivinnuni, fyritøkur, sum hava eitt breiðari grundarlag, t.v.s. rættindir bæði á heimaleiðum, fjarleiðum og í uppsjóvarvinnuni.

Harvið fáa vit fyritøkur, sum ikki eru so viðbreknar fyri sveiggjum, sum altíð eru innan fyri tær ymisku greinarnar í fiskivinnuni.

Tí má ein nýggj lóggáva gera tað møguligt hjá teimum vinnurekandi at seta síni rættindi saman innan fyri teir ymisku tættirnar í vinnuni.

Vit fáa ongantíð fyritøkur í Føroyum, sum í stødd kunnu samanberast við líknandi fyritøkur í grannalondunum, men vit hava seinastu árini fingið fyritøkur, sum eftir føroyskum mátistokki eru stórar og sterkar fyritøkur.

Hetta hevur avgjørt gagnað føroyska búskapinum. Stóru fyritøkurnar megna betur at økja um føroyska búskapin og skapa búskaparvøkstur.

Vit hava fleiri fyritøkur, sum umframt fiskivinnuna, har tær eru byrjaðar, og har tær hava tjent pengar, hava flutt seg til aðrar vinnur, eisini altjóða vinnur, og skapt arbeiðspláss í og uttan fyri Føroyar.

Vit sóu eisini, hvussu stóru fyritøkurnar, tá tær sóu rættleikan í at berjast fyri størri rættindum innan uppsjóvarfiskasløgini, megnaðu at fáa okkum snikkaleys gjøgnum boykottini, sum raktu okkum.

Stór virkir blivu bygd á landi eftir stuttari tíð, sum kundu taka ímóti teimum øktu kvotunum. Fyri at kunna fiska kvoturnar, og harvið prógva rættleikan í okkara krøvum, blivu skip keypt til endamálið.

Hetta lat seg gera, tí fyritøkurnar hava neyðugu støddina, og hava havt møguleikan at tjent pengar.

Alt tað eg minnist hevur verið tosað um at vinna meira burturúr okkara tilfongi, góðska meira, og framleiða liðugtvørur til endabrúkaran.

Higartil hava vit ikki rættuliga megnað tað. Vit hava ikki havt fyritøkur, sum í nóg stóran mun hava havt figgjarligu styrkina.

Tað liggja stórir møguleikar í teirru rávøru, sum vit hava. Vit eru væl á veg til at loysa tollforðingarnar til ES-marknaðin. Eg ivist ikki í, at vit fáa gagnnýtt hesar møguleikar, nú vit hava fyritøkur, sum hava neyðugu fíggjarligu styrkina.

Skulu vit í framtíðini hava eitt vælvirkandi vælferðarsamfelag, er neyðugt at hava eina sterka vinnu, sum kann skapa búskaparvøkstur.

Tað er ikki avgerðandi, hvussu stór inntøkan hjá einum stjóra ella einum reiðara er, bert fyritøkan, reiðaríið, brúkar vinningin til at lyfta samfelagið longur fram á leið við at skapa enn fleiri arbeiðspláss í Føroyum.

Jacob Vestergaard

Valevni fyri Fólkaflokkin