Eyðun Poulsen stillar upp til býráðsvalið í Havn

Eyðun Poulsen bjóðar seg fram til býráðsvalið 2016 fyri Havnar Framburðsfelag, lokalfelagið hjá Fólkaflokkinum í Tórshavn.

Eyðun er 19 ára gamal, og gongur í Glasir Smiðugerð, har hann lesir tekniskt yrkisnám innan el.
Eyðun brúkar størsta partin av síni frítíð til at spæla tónleik.
Eyðun ynskir at arbeiða fyri at fáa eina endurskoðaða bussætlan fyri alla kommununa. Somuleiðis ynskir hann at arbeiða fyri at betra um parkeringsviðurskiftini í býnum. Eitt av hjartamálum hansara er tónleikurin, og brennur hann fyri at fáa Musikskúlan í rættlag. Eyðun fer virka fyri at betra um barnaansingina, og eisini fyri møguleikanum at ansa egnum børnum heima.

Havnar Framburðsfelag