Eysturoyar Fólkafloksfelag havt ársaðalfund

Á ársaðalfundinum hjá Eysturoyar Fólkafloksfelag í kvøld, stóð øll nevndin fyri vali. Seinastu árini hevur nevndin havt seks limir, men nú hevur nevndin aftur sjey limir. 

Ein av nevndarlimunum Mariann Poulsen Garðalíð ynskti ikki at taka við afturvali og takkaði fundurin henni fyri gott samstarv. Hinir fimm nevndarlimirnir tóku allir við afturvali. Nývald í nevndina vóru Katrin Kjartansdóttir, býráðslimur í Eysturkommunu og Jonhard Danielsen, býráðslimur í Runavíkar kommunu.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg á stuttum nevnarfundi. Formaður felagsins seinastu árini, Eyðun á Lakjuni, ynskti ikki at halda fram sum formaður, og takkaði nevndin honum fyri hansara starv sum formaður og gleðir seg til framhaldandi gott samstarv frameftir. 

Nevndin er mannað og skipað soleiðis:
Jákup Martin Kjeld, Formaður
Michael Dalbø, Næstformaður
Aage Arnoldson, Kassameistari
Eyðun á Lakjuni, Skrivari
Arni Rasmussen
Katrin Kjartansdóttir
Jonhard Danielsen

Limir í Floksleiðsluni vegna felagið eru Jákup Martin Kjeld og Michael Dalbø. Eyðun á Lakjuni er tiltakslimur í Floksleiðsluni.

Talan var um ein góðan fund, har nýggi formaðurin í tingbólkinum Beinir Johannesen greiddi frá um ymisk viðurskiftir. 

Eisini høvdu tingmennirnir Jacob Vestergaard og Jógvan á Lakjuni framløgur fyri fundarfólkunum og greiddu frá um politisku gongdina í samgonguni og onnur viðkomandi mál. 

Fundarfólki luttóku við viðmerkingum og spurningum og varð talan um ein sera góðan, siðiligan og konstruktivan ársaðalfund.

Niðurstøðan á fundinum var greið, nú hyggja vit frameftir og fara at arbeiða í felag við at orða eina dagførda valskrá til komandi løgtingsval, sum verður um eitt gott ár.