Fólkaflokskafé í Vestmanna í kvøld kl.19.30

Fólkaflokskafé verður á Fjørukrónni í Vestmanna hóskvøldið kl 19.30.

Við á fundinum vera Heðin Zachariassen, Rigmor Rasmussen og Hanus Samró.

Niels Pedersen formaður í Óðalsfelagnum og nevndarformaður í nýstovnaða P/F Jarðir, kemur at tosa um ferðavinnu og gongd í haga.

Suppa, kaffi, te, og køkur v.m. verða at fáa. Føroya fremsti tónleikar Jens Marni spælir nøkur løg.

Øll eru hjartaliga vælkomin.