Hjálparpakkin til viðgerðar

Í dag er løgtingsfundur á skránni.

Til viðgerðar er sonevndi hjálparpakkin, ið skal hjálpa arbeiðsfólki og fyritøkum, ið ávirkast av Covid-19. Vónandi kann hetta vera við til, at vit koma saman sum fólk og tjóð, soleiðis at vit í felag vinna á smittuni.

Vit fólkavaldu, landsstýrið og myndugleikar gera alt tað, vit kunnu, soleiðis at samfelagið ikki steðgar upp. Hjálparpakkin hevur til endamáls at hjálpa arbeiðsfólkið, smáum og størri fyritøkum, ið longu nú merkja avleiðingarnar av korona smittuni. Tískil er tað eisini umráðandi, at vit øll, borgarar í hesum landið, gera tað, vit kunnu, fyri at basa smittu spjaðingini.
Fylgið tilmælunum frá myndugleikanum. Standið saman, tó við frástøðu.

Alt tað besta, og Harrans signing til tykkum øll og land okkara

Beinir Johannesen

Løgtingsmaður