Hvat er ætlanin við Hoydølum?

Annika Olsen, løgtingsmaður, spyr Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, um ognirnar í Hoydølum og søla/makaskifti av Venjingarskúlanum.

Spurningar:

1. Eru framvegis samráðingar millum Uttanríkis- og mentamálaráðið og Tórshavnar kommunu um ognirnar í Hoydølum?

2. Um ja, hvat ítøkiliga er ætlanin, at Hoydalar skulu brúkast til?

3. Er landsstýrið áhugað í at keypa tey 40% av Venjingarskúlanum frá kommununi til Fróðskaparsetrið?

4. Um ikki, kundi eitt makaskifti so ístaðin komið upp á tal fyri jørð við Stórutjørn?

Viðmerkingar:


Sitandi býráðsmeiriluti í Havn hevur verið frammi við eini ætlan um at byggja íbúðir í Hoydølum.

Samskifti hevur verið millum kommununa og Uttanríkis- og mentamálaráðið um eitt makaskifti, har kommunan skuldi lata Venjingarskúlan til landið afturfyri bygningarnar í Hoydølum.

Borgarstjórin var frammi í miðlunum um, at fyrst í februar skuldi arbeiðsbólkurin vera komin til eina niðurstøðu um, at Hoydalar skuldu vera bústaðarøki.

Enn er ongin almenn niðurstøða komin, og áhugavert er tí at vita, um hendan ætlanin er slept. Hoydalar eru størsta frílendisøki í landinum, og longu í 1996 varð økið friðað sambært serstakari byggisamtykt, tí økið er serligt í náttúruhøpi, siðsøguligt og ikki minst fornfrøðiliga áhugavert.

Í 2010 varð semja gjørd millum land og kommunu um, at Hoydalar skuldu gerast frílendi eftir eini serligari frílendisætlan.

Økið hevur tí ongantíð verið ætlað til bústaðir til nøkur fá, men heldur til eitt øki, ið allir borgarar frítt kunnu njóta.

Landið eigur bygningarnar í Hoydølum, og hevur tískil eisini ábyrgd av, at hesir verða víðlíkahildnir.

Tórshavnar kommuna eigur 40% av Venjingarskúlanum og eru tað hesi 40%, sum kommunan ætlar at lata Uttanríkis- og mentamálaráðnum fyri bygningarnar í Hoydølum.

At Uttanríkis- og mentamálaráðið fær tey 40 % av Venjingarskúlanum kann tykjast upplagt, tí økið kring Venjingarskúlan er ætlað til nýtt kampus.

Har er longu semja undirritað millum kommununa og Uttanríkis- og mentamálaráðið.

Heldur enn at gera gera eitt makaskifti við Hoydalar, kundi landið keypt kommununar part av Venjingarskúlanum, har kommunan so t.d. kundi ognað sær lendið við Stórutjórn fyri pengarnar.

Umfatandi heildarætlan og arkitektakapping er gjørd fyri Stórutjórn, har ein fullfíggjað íbúðarætlan fyriliggur til eini 1.500-1.800 borgarar.

Har kann býráðið, um tað vil, fara í gongd beinanvegin við at fáa til vegar íbúðir og grundstykkir til tey, sum mangla bústaðir.

Annika Olsen