Vinnan

Búskaparvøkstur er vegurin til vælferð. Tí er neyðugt at virka fyri einum sjálvberandi búskapi, har vinnur av ymsum slag geva avkast og framburð í fríari altjóða kapping, og har trivnaður og umhvørvi verða raðfest høgt. Uppgávan hjá tí almenna verður at tryggja karmarnar, ið eru støðugt grundarlag fyri vinnuligum framburði og búskaparligum vøkstri.

Arbeiðsmarknaðurin skal virka væl, mennandi, vera tryggur og rúmligur. Lætt skal vera at bjóða seg fram, eins og lætt skal vera at fáa fatur á skikkaðari arbeiðsmegi.

Vit vilja gera ein greiðan vinnupolitikk

Vit vilja tryggja vinnuni góðar umstøður, so hon verður kappingarfør og lønandi og á tann hátt kemur flest møguligum til góðar - og gera landið bíligari og betri at liva í.

Vil vilja tryggja føroyskum fyritøkum betri atgongd til almenn arbeiði.

Vit vilja bjóða almennar tænastuveitingar og bygging út til vinnumarknaðin, har eisini sjálvstøðugt vinnurekandi kunnu bjóða.

Vit vilja einskilja almennar fyritøkur, har brúkarin fær fyrimun

Vit vilja bøta atgongdina til váðafúsan kapital hjá íverksetarum, t.d. gjøgnum grunnar hjá landinum.

Vit vilja tryggja vinnurekandi og íverksetarum vinnuvegleiðing og hjálp til egið virki. Her verður serliga hugsað um hjálp og vegleiðing í samskiftinum við myndugleikarnar sum t.d. Taks

Vit vilja, at alivinnan framhaldandi skal hava tryggar og varandi karmar. Vit vilja, at alivinnan eisini í framtíðini skal vera ein inntøkukelda. Tí má umhvørvið raðfestast.

Vit vilja halda fast við, at ein alari er á einum firði

Vit vilja virka fyri at fáa fleiri lærlingar í Føroyum - eisini hjá tí almenna.

Vit vilja, at tað almenna gongur á odda at brúka og harvið menna føroyska KT-vinnu.

Vit vilja framhaldandi betra FAS-skipanina.

Vit vilja skipa eina FAS-líknandi skipan fyri flogferðslu.

Vit vilja reka ein landbúnaðarpolitikk, sum tekur hædd fyri burðardyggari nýtslu av lendinum, og sum tryggjar vinnuliga gagnnýtslu av øllum tilfeinginum.

Vit eru sannførd um, at ognarrætturin er friðhalgaður. Men føroyingar mugu hava møguleika at njóta føroysku náttúruna, undir skipaðum viðurskiftum í samljóði við eigararnar. Tað skal kunna krevast gjald frá útlendskum ferðafólki.

Vit vilja orða ein greiðan ferðavinnupolitikk, sum er fíggjarliga, umhvørvisliga og sosialt burðardyggur

Vit vilja, at útlendsk ferðafólk sjálvi skulu rinda fyri tilbúgvingar, ið verða settar í verk teirra vegna

Vit vilja, at allir arbeiðsgevarar, sum hava tímalønt starvsfólk, skulu javnsetast, tá umræður sjúkradagar.

Vit vilja, at færri fíggjarligar byrðar verða lagdar á sjálvstøðug vinnurekandi og smærri fyritøkur, soleiðis at teirra vøkstur ikki verður avmarkaður.