Innandura fótboltshøll í Havn

Vetrarkappingar og -venjingar í holdbólti undir taki hava flutt føroyskan hondbólt ljósár fram.

Føroya fyrsta innandura fótbóltshøll, mátti verið eitt virðiligt mál hjá komandi Havnar býráð.

Nýggja høllin á Nabb bleiv ikki bygd til at hýsa altjóða hondbóltsdystum, tað var ein mistur møguleiki.
Tí munnu fleiri halda, at tað verður neyðugt at byggja eina altjóða góðkenda hondbóltshøll.

Sjálvur haldi eg, at tað nú er minst líka neyðugt og skilagott at byggja eina innandura fótbóltshøll í høvuðstaðnum.

So kundu okkara ungu fótbóltsstjørnur vant á vetrardegi uttan at verða bardir av hvøssum, vátum og køldum útsynningi.

Íslendingar byrjaðu at byggja fótbóltshallir í farnu øld. Og hetta hevur givið goð úrslit og hevur verið við til at lyft íslendska landsliðið har vit síggja teir í dag.

Sjálvandi skulu okkara leikarar hava sama møðuleika at kunna venja í øllum veðrið og árstíðum.
Um vit sameintu fótbóltshøll og hondbóltshøll sum eina stórhøll, høvdu vit uttan iva spart pening og styrkt báðar ítróttargreinarnar. Ikki minst fótbóltin.

Flestu størri bygdir og býir í Føroyum eiga longu og megna at fíggja bygging av ítróttarhallum og fótbóltshallum.

Her skal Havnin ganga á odda og sjálvsagt syrgja fyri, at fótbolturin fær hesar umstøður at virka undir.
Hesum vil eg arbeiða fyri, um eg verði valdur í Tórshavnar býráð.

 
Rói Snorrason
Fólkaflokkurin