Bjartur Nolsøe stillar upp til løgtingsvalið

- Eg havi valt at stilla upp fyri fólkaflokkin og tað gleði eg meg til. Eg ætli mær at gera alt fyri at fáa ávirkan eftir komandi løgtingsval. Eg stilli upp, tí eg haldi tað er brúk fyri nýggjum kreftum á tingi.



Bjartur Nolsøe sigur, at hann fer m.a. at arbeiða fyri hesum málum:




Vinnulívið
:
- Ótryggleiki er sera óheppi fyri vinnuna. Tì skal vinnan hava góðar og kendar karmar. Hevur vinnulívið støðugar karmar at virka undir, varðveita vit tey bestu vinnulívsfólkini og fyritøkurnar og kunnu haraftrat tiltrekkja bæði nýggjar føroyskar og útlendskar íleggjarar.



Eitt vælvirkandi vinnulív er alneyðugt fyri at vit fáa fleiri privat arbeiðspláss og harvið skattapengar frá borgarum og fyritøkum. Hetta gevur møguleikar fyri at fíggja millum annað heilsu, almannamál og útbúgving.



Nýggjar vinnur
:
- Eg fari at gera nógv fyri, at nýggjar vinnur og fyritøkur vinna fram. Væl hjálpt av okkara vinnuframaskipan, sum kann gerast enn betri, meira aktiv og spæla ein virknan leiklut. Ikki minst í útjaðarnaum, har stórir møguleikar eru at byrja egið virksemi. Fokus á nýggjar vinnur og nýhugsan er við til at flyta okkum sum land. Vit eiga at fáa nýhugsan inn í alt vit gera. Tað verður seg í skúlaverkinum og vinnulívinum.



Bústaðir
:
- Vit hava í dag ein bústaðarmarkna í ójavnvág. Trýstið á meginøkið er alt ov stórt í mun til útboði av íbúðum. Øvugt kann sigast um útjaðaran. Við t.d. nýggja sambandinum millum Eysturoy og Streymoy eigur at bera til at vaksa um útboðið av íbúðum í einum størri øki og flyta eftirspurningin eitt sindur vekk frá høvuðstaðnum.



Ítróttur og heilsa
:
- Hetta er týdandi øki í okkara samfelag og skal stuðlast. Vit hava óteljandi fólk sum arbeiða við og innan ítróttin sum gera eitt megnar sjálvboðið arbeiði. Hetta til frama fyri trivna í lokalsamfelagnum. Haraftrat er ítróttur og rørsla ein av avgerandi faktorunum at basa skjótt vaksandi vælferðarsjúkum.



- Vónandi fái eg dyggan stuðul til valið. Eg fari at skriva fleiri greinar komandi tíðina og leggja tær á mína facebook síðu.