FRÆLSI OG TRYGGLEIKI FYRI ØLL

Valskrá okkara leggur dent á at gera tað liviligari hjá føroysku
familjuni



Ynski
okkara er eitt frælst land; fyritreytin eru frælsir borgarar, sum ráða yvir
egnum viðurskiftum – eisini egnum pengum.



Vinnan
skal hava tryggar og varandi karmar fyri framhaldandi at hava búskaparvøkstur.
Fyri at tryggja vælferðina eigur búskapurin at vaksa skjótari enn tað almenna.
Tað skal verða hugaligari hjá øllum at arbeiða, og tí skal skatturin hjá lág-
og miðalløntum lækkast, og avgjøld skulu minkast ella avtakast.



Valskráin
vísir greitt, hvørjum vit standa fyri, og hvat vit halda, politikkur skal
snúgva seg um.



Skattur
og avgjøld



Framtíðin
er borgarlig. Fyritreytin fyri einum góðum samfelagi er búskaparvøkstur. Tí má
tað loysa seg at arbeiða, og vit skulu eggja og skapa karmar til vaksandi
vinnulív.



Vit vilja, at avgjaldsøðin á familjur og vinnu má steðgast.



Vit vilja, at avgjøld skulu lækkast og takast burtur.



Vit vilja, at ágrýtni skal lønast og ikki revsast.



Vit vilja hækka botnfrádráttin hjá lesandi og lærlingum



Vit vilja, at eingin lág- og miðalinntøka skal skattast meira enn
30%.



Vit vilja býta inntøkuvøkstur landskassans í trý: triðing til
vælferð, triðing til at rinda skuld og triðing til avgjalds- og skattalækking.



Vit vilja tryggja, at tað loysir seg at búgva í Føroyum – eisini um
ein arbeiðir uttanlands. Vit vilja, at eingin, sum rindar til eftirløn
uttanlands, skal rinda eftirløn í Føroyum eisini.



Vit vilja avtaka dupultan GATT-toll, sum ger tað dýrari hjá
føroyska brúkaranum.




Vinnan



Búskaparvøkstur
er vegurin til vælferð. Tí er neyðugt at virka fyri einum sjálvberandi búskapi,
har vinnur av ymsum slag geva avkast og framburð í fríari altjóða kapping, og
har trivnaður og umhvørvi verða raðfest høgt. Uppgávan hjá tí almenna verður at
tryggja karmarnar, ið eru støðugt grundarlag fyri vinnuligum framburði og
búskaparligum vøkstri.



Arbeiðsmarknaðurin
skal virka væl, mennandi, vera tryggur og rúmligur. Lætt skal vera at bjóða seg
fram, eins og lætt skal vera at fáa fatur á skikkaðari arbeiðsmegi.



Vit vilja gera ein greiðan vinnupolitikk



Vit vilja tryggja vinnuni góðar umstøður, so hon verður
kappingarfør og lønandi og á tann hátt kemur flest møguligum til góðar - og
gera landið bíligari og betri at liva í.



Vil vilja tryggja føroyskum fyritøkum betri atgongd til almenn
arbeiði.



Vit vilja bjóða almennar tænastuveitingar og bygging út til
vinnumarknaðin, har eisini sjálvstøðugt vinnurekandi kunnu bjóða.



Vit vilja einskilja almennar fyritøkur, har brúkarin fær fyrimun



Vit vilja bøta atgongdina til váðafúsan kapital hjá íverksetarum,
t.d. gjøgnum grunnar hjá landinum.



Vit vilja tryggja vinnurekandi og íverksetarum vinnuvegleiðing og
hjálp til egið virki. Her verður serliga hugsað um hjálp og vegleiðing í
samskiftinum við myndugleikarnar sum t.d. Taks



Vit vilja, at alivinnan framhaldandi skal hava tryggar og varandi
karmar. Vit vilja, at alivinnan eisini í framtíðini skal vera ein inntøkukelda.
Tí má umhvørvið raðfestast.



Vit vilja halda fast við, at ein alari er á einum firði



Vit vilja virka fyri at fáa fleiri lærlingar í Føroyum - eisini hjá
tí almenna.



Vit vilja, at tað almenna gongur á odda at brúka og harvið menna
føroyska KT-vinnu.



Vit vilja framhaldandi betra FAS-skipanina.



Vit vilja skipa eina FAS-líknandi skipan fyri flogferðslu.



Vit vilja reka ein landbúnaðarpolitikk, sum tekur hædd fyri
burðardyggari nýtslu av lendinum, og sum tryggjar vinnuliga gagnnýtslu av øllum
tilfeinginum.



Vit eru sannførd um, at ognarrætturin er friðhalgaður. Men
føroyingar mugu hava møguleika at njóta føroysku náttúruna, undir skipaðum
viðurskiftum í samljóði við eigararnar. Tað skal kunna krevast gjald frá
útlendskum ferðafólki.



Vit vilja orða ein greiðan ferðavinnupolitikk, sum er fíggjarliga,
umhvørvisliga og sosialt burðardyggur



Vit vilja, at útlendsk ferðafólk sjálvi skulu rinda fyri tilbúgvingar,
ið verða settar í verk teirra vegna



Vit vilja, at allir arbeiðsgevarar, sum hava tímalønt starvsfólk,
skulu javnsetast, tá umræður sjúkradagar.



Vit vilja, at færri fíggjarligar byrðar verða lagdar á sjálvstøðug
vinnurekandi og smærri fyritøkur, soleiðis at teirra vøkstur ikki verður
avmarkaður.



 



Fiskivinnan



Ein
vælvirkandi høvuðsvinna er besta trygd fyri avkasti til alt samfelagið.
Fiskastovnarnir skulu gagnnýtast á vinnuligum grundarlag við skynsomum
heildaratliti.



Vit vilja í fleirtjóða og altjóða høpi halda fram at tryggja okkara
rættvísa part av felags fiskastovnum.



Vit vilja fremja eina fiskivinnuskipan, sum aftur gevur vinnuni
tryggar og varandi karmar.



Vit vilja, at fiskiloyvini skulu hava minst 12 ára uppsagnartíð.



Vit vilja, at uppboðssøla av fiskirættindum verður avtikin.



Vit vilja, at hóskandi skattur og gjøld verða løgd á vinnuna.



Vit vilja eggja til nýíløgur, meirvirkan og virðisøking.



Vit vilja varðveita fiskidagaskipanina.



Vit vilja tryggja, at manningarnar verða rætt løntar. Tí skulu
fiskiloyvini verða knýtt at skipunum og vera umsetilig.



Vit vilja við umsetiligheit eisini tryggja nýggjum aktørum atgongd
til fiskivinnuna.



Vit vilja, at politiska útlutanin gjøgnum menningarkvotur skal ikki
halda fram. Ein skipan má gerast fyri tey, sum hava fingið tillutað
menningarkvotur.



Vit vilja tryggja, at alt tilfeingi kemur til lands.



Vit vilja savna frøði og vinnu fyri at stilla veiðitrýstið og
harvið staðfesta okkum sum burðardygga fiskivinnutjóð.



Vit vilja fremja útbúgving, menning og gransking innan fiskivinnu
fyri at økja úrtøkuna við somu veiðinøgd.



Vit vilja fáa lýst avleiðingarnar av stongdum leiðum o.ø. í
stovnsrøktarhøpi.



Vit vilja gera eina smidliga og lønsama skipan fyri útróðrarflotan,
soleiðis at hesin parturin av vinnuni sleppur at virka alt árið.



Almenna húsarhaldið



Fyri
at tryggja framtíðina, vilja vit aftur fáa skil á almennu peninganýtsuna.



Vit vilja halda eina kós, sum tryggjar okkum vøkstur.



Vit vilja aftur skapa virðing fyri almennari peninganýtslu. Tí
verður ovurnýtsla ikki góðtikin í framtíðini.



Vit vilja, at nýggjar mannagongdir fyri almennar íløgur skulu
tryggja, at sleppast kann undan fleiri byggigølum .



Vit vilja samskipa felags uppgávur hjá almennum stovnum fyri at
gera teir rationellari.



Vit vilja bjóða almennar tænastuveitingar út til vinnuna at reka.



Vit vilja laga lóggávu til føroysk viðurskifti, heldur enn at brúka
lóggávur, sum eru snikkaðar til størri samfeløg enn okkara.



Vit vilja við skynsamari umsiting av almenna rakstrinum tryggja
familjunum størri rásarúm við at lætta um avgjøld og skatt.



 



Trivnaður



Dentur
verður lagdur á eitt gott og væl virkandi almannaverk, sum veitir hjálp og
vegleiðing til tey, ið hava tørv á fyribils ella varandi hjálp. Málið er, at
hvør einstakur skal gerast so sjálvhjálpin sum møguligt. Vit mugu ansa eftir
ikki at gera øll til almennar klientar, so at vit altíð hava ráð at hjálpa
teimum, sum veruliga hava tørv á hjálp



Vit vilja hava einfalda vælferðarlóg, sum skal avloysa
forsorgarlógina.



Vit vilja, at ferð aftur verður sett á bústaðarbygging til fólk við
serligum tørvi.



Vit vilja virka miðvíst fyri at bøta arbeiðs- og inntøkumøguleikar
hjá borgarum við skerdum førleika.



Vit vilja, at almennir stovnar skulu seta starvsfólk við skerdum
førleika.



Vit vilja tryggja betri gjøgnumskygni í almannaverkinum og skapa
betri møguleikar fyri ung við tarni, so tey klára seg sjálvi.



Vit vilja hava øll heimaftur, sum hava verið noydd at flyta av
landinum fyri at fáa betri sosial- ella sjúkratilboð



Familjan



Familjan
er kjarnin í samfelagnum. Vil halda, at familjan er grundvøllurin undir einum
sterkum samfelag. Tí er neyðugt, at samfelagið verður meira familjuvinarligt.



Vit vilja, at lóggávan skal verja og fjálga um familjuna.



Vit vilja, at meðan børnini eru smá, skal barsilsskipanin tryggja
møguleikan hjá foreldrum at arbeiða niðursetta tíð fyri fulla løn. Hetta fyri
at tryggja gott tilknýti millum børn og foreldur og samstundis tryggja tilknýti
til arbeiðsmarkaðin.



Vit vilja leingja barnsburðarfarloyvið við løn til eitt ár.
Hámarkið eigur at verða endurskoðað.



Vit vilja, at foreldur skulu hava frælsi at skipa barsilin, sum tey
sjálvi ynskja



Vit vilja skapa karmar fyri fjøltáttaðum bústaðarmarknað, har
familjur, tað privata og tað almenna verða javnsett í bústaðarbygging.



Vit vilja, at setahúsabygging skal verða frítikin fyri MVG.



Vit vilja, at peningurin til ansing skal fylgja barninum.



 



Umhvørvi



Vit vilja, at Føroyar gerast fyrimynd við grønum loysnum.



Vit vilja, at føroysku familjurnar og vinnulívið skulu fáa bíligari
og grønari orku.



Vit vilja, at elnetið og framleiðsuparturin hjá SEV verða skild
sundur í tvey kommunal feløg.



Vit vilja, at privatar fyritøkur skulu kunna leiga seg inn á
elnetið, so tær kunnu framleiða og selja streym til føroysku familjuna.



Vit vilja taka burtur mismun millum ymsu grønu orkuátøkini.



Vit vilja, at fiskiflotin skal hava møguleikar at endurnýggja seg.
Nýggj skip eru munandi minni orkukrevjandi enn eldri skip. Til hetta krevjast
varandi og tryggir karmar fyri vinnuna. 




Heilsa



Heilsuverkið
eigur at fáa hægstu raðfesting. Vit leggja dent á eitt samvirkið heilsuverk við
hágóðsku-veitingum og við tryggleika fyri allar landsins borgarar. Sjúklingurin
skal vera í fremstu røð. Skjót útgreining av sjúklinginum er avgerandi.



Ein
avgerandi fyritreyt fyri at veita heilsutænastur á hægsta stigi er at skapa
allarbestu karmar til heilsufakligu starvsfólkini. Tað skal gerast við at
stuðla einum mennandi fakligum umhvørvi, herundir at leggja dent á
eftirútbúgving og heilsutøkniligar útbúgvingar.



Vit vilja aftur skapa veruligan tryggleika um okkara heilsuverk.
Samsvar skal vera millum politisku ynskini og játtanina.



Vit vilja veita viðgerðartrygd.



Vit vilja stytta bíðilistarnar, og bíðitíðirnar skulu
almannakunngerast.



Vit vilja virka fyri betri hagtølum av virkseminum á sjúkrahúsunum,
so vit hava møguleika at fáa meir fyri játtaða peningin til fyrimuns fyri
sjúklingin.



Vit vilja menna eina tvørgangandi, samanhangandi sjúklingaviðgerð
við tøttum samstarvi millum sjúkrahúsini, allar aðrar partar av heilsuverkinum
og serviðgerðina uttanlands.



Vit vilja styrkja tann fyribyrgjandi og heilsufremjandi partin við
at leggja dent á fólkaheilsutiltøk og kunning.



Vit vilja styrkja endurvenjingina.



Vit vilja gera samstarvsavtalur við bestu sjúkrahús í Evropa um samstarv,
starvsfólkamenning og sjúkraviðgerðir, so at ein rotatiónsskipan verður gjørd,
sum í størst møguligan mun tryggjar, at førleikin verður verandi í Føroyum.



Vit vilja broyta sjúkraváttanirnar, so at tær eisini lýsa, hvat
sjúklingurin er førur fyri at gera, heldur enn bara at lýsa, hvat hann ikki
kann.




Skúli og útbúgving



Fólkið
í Føroyum er virðismesta tilfeingi, og tí er sera umráðandi, at øll hava eins
góðar møguleikar at fáa útbúgving.



Vit vilja, at skúlin skal byggja á kristna siðalæru og føroyska
mentan.



Vit vilja betra karmarnar hjá fólkaskúlanum til frama fyri
trivnaðin hjá bæði lærarum og næmingum.



Vit vilja, at sernámsfrøðiliga økið verður endurskoðað og betrað.



Vit vilja, at tær kreativu og handaligu lærugreinarnar í skúlanum
verða styrktar.



Vit vilja, at lærararnir fáa meira tíð til undirvísing og til
næmingin – og minni til óneyðuga umsiting.



Vit vilja, at møguleikarnir hjá privat- og eftirskúlum verða
støðugt betri.



Vit vilja, at miðnáms- og framhaldsútbúgvingar verða lagaðar til
tann føroyska vinnu- og tænastutørvin, og at handverkaraútbúgvingarnar verða
uppraðfestar í samráð við vinnuna.



Vit vilja, at læraraútbúgvingin verður eftirmett og endurskoðað.



Vit vilja tryggja, at Fróðskaparsetrið verður altjóða góðkent.



Vit vilja menna Fróðskaparsetrið og aðrar hægri útbúgvingar serliga
við útbúgvingum, sum geva arbeiðsmøguleikar í Føroyum, og sum eisini kunnu
menna heilsuøkið og vinnuna, t.d. innan ferðavinnu og sølu.



Vit vilja skipa eina hægri útbúging innan fiskivinnnu og aling.



 



Mentan



Ríkt
mentanarvirksemi er besta amboð til at stimbra tilvitið um føroyskan samleika.
Málið fyri einum frílyntum mentanarpolitikki er at loysa upp fyri teimum
skapandi kreftunum hjá fólki. Tað ræður um at styrkja hugin, gávurnar og
møguleikan fyri at útinna mentanarligt virksemi.



Vit vilja, at fíggjarligur stuðul til mentan eigur at verða latin
eftir grundregluni um hjálp til sjálvhjálp.



Vit vilja, at vit sum sjálvstøðugt fólk hava kunnleika til okkara
livandi søgu, føroyskan dans, myndandi list, heimavirki, tónleik, bókmentir og
skaldskap.



Vit vilja stuðla yrkislist, fólkamentan, virksemi í kvøldskúlum og
frítíðarfelagsskapum.



Vit vilja halda fast við lógina um mvg-frítøku av bygging av
kirkjum, ítróttar-, mentanar- og samkomuhúsum.



Vit vilja framhaldandi tryggja okkum mentanarliga rættin til
grindaveiðu.



Vit vilja, at Kringvarpið skal bjóða út munandi størri part av
framleiðsluni.



Vit vilja stimbra heimavirkisfólkum við mvg-frítøku og lagaligari
skatting.



Vit vilja orða og gjøgnumføra ein miðlapolitikk, sum eisini
tryggjar, at public service tænastur kunnu útveitast.




Ungdómurin



Ungdómurin
er okkara framtíð. Góðar umstøður til útbúgving, lærupláss, virkni og frælsi er
okkara mál fyri ungdómin.



Vit vilja, at komandi lestrarumhvørvi skulu umfata lestraríbúðir,
har lesandi kunnu búgva fyri sámiligan prís. Tað verður best gjørt við at
javnstilla almenna og privata bygging.



Vit vilja, at lesandi og lærlingar fáa ein eyka botnfrádrátt.



Vit vilja, at miðnámsnæmingar undir 18 ár eisini skulu hava
lestrarstuðul.



Vit vilja, at lestrarstuðulin skal hækka.



Vit vilja, at bústaðarmøguleikar, barnaansing, upplivingar og
trivnaður í Føroyum skulu vera eins góð og í okkara grannalondum.



Vit vilja tryggja øllum fólkaskúlanæmingum møguleikan til ókeypis
trygdarskeið.



 



Ítróttur
og frítíð



Fólkaflokkurin
viðurkennir og vil í mest møguligan mun stuðla tí týðandi sjálvbodna arbeiði,
sum einstaklingar, ítróttafeløg, skótar og onnur ítrivsfeløg gera fyri at menna
okkara børn og ungdóm sálarliga, moralskt og kropsliga.



Vit vilja, at innandura høll til altjóða dystir og tiltøk skal
byggjast.



Vit vilja stuðla sjálvbodnum virksemi á øllum økjum. Sjálvboðið
arbeiði lyftir, har tað almenna als ikki orkar.



Vit vilja, at skattafría hámarksgjaldið til ítrótt skal hækkast.



Vit vilja framhaldandi stuðla felagsskapum, sum gera
ungdómsarbeiði, ítróttarsambondum, skótum, leiðarum og venjarum, so tað verður
lættari at útinna hetta risa sjálvkravda arbeiðið.



Vit vilja stuðla landsliðsarbeiði í ymsu ítróttargreinunum.



Vit vilja stuðla úrvalsítrótti.



Vit vilja virka fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya og eisini
stuðla ætlanunum um kravdar ítróttagreinar.



 



Eldri



Okkara
eldru hava skapt okkum samfelagið. Vit kenna tað sum okkara skyldu at tryggja
teimum eitt gott og virkið lív á eldri árum.



Vit vilja, at útgjaldið úr Samhaldsfasta verður skattafrítt. Tað er
jú skattað við inngjald.



Vit vilja fjølltátta bústaðarmøguleikarnar hjá teimum eldru.



Vit vilja tryggja, at hond verður tikin um fólk, sum eru slitin av
tungum arbeiði áðrenn pensjónsaldur.



Vit vilja tryggja, at tað loysir seg at arbeiða, eisini hjá okkara
eldru.




Innlendis



Okkara
land má skipast eftir egnum viðurskiftum. Gott undirstøðukervi er fortreyt fyri
kappingarføri og møguleikunum hjá tí einstaka.



Vit vilja, at flutningsmøguleikarnir eru góðir, bæði fyri
einstaklingar og vinnu.



Vit vilja framhaldandi útbyggja samferðsukervið.



Vit vilja halda fram við at gera greiðari uppgávubýti millum land
og kommunur.



 



Tjóðskaparkósin




Tjóðskaparliga stavnhald Fólkafloksins er, at í Føroyum skulu føroyingar ráða.
Hetta ber í sær, at endamál floksins er fult sjálvstýri fyri Føroyar, soleiðis
at vit fáa lóggávuvald á øllum økjum og úteftir telja við sum suverenur statur
javnbjóðis øðrum sjálvstýrandi londum.



Vit skulu aftur hava tamarhald á føroyska búskapinum, tí politiskt
sjálvræði kann einans røkkast við búskarligum sjálvbjargni.



Vit vilja hava samráðingar við Danmark um frælsan felagsskap millum
Føroyar og Danmark.



Vit vilja arbeiða fyri einum felagsskapi millum tvey líkastillað
lond.



Vit vilja eftir greiðari ætlan yvirtaka øll málsøki í
yvirtøkulógini, har yvirtøka av loftrúminum eigur at koma fyrst.



Vit vilja yvirtaka flogferðslumyndugleikan.



 



Altjóða



Vit vilja, at vit skulu reka okkara egna uttanríkispolitikk við
fullari ábyrgd.



Vit siga nei til ES limaskap og ja til samstarv.



Vit vilja hava fríhandil millum Føroyar og ES á øllum fiskavørum.



Vit vilja gera eina veruliga fríhandilsavtalu við Bretland.



Vit vilja styrkja arbeiðið at fáa fríhandilsavtalur, eitt nú við
Rusland, Kina og Japan.



Vit vilja, at Føroyar skulu gerast sjálvstøðugur limur í WTO.