Hevur Javnaðarflokkurin í Havn smekka høvdið í?

Samfelagið alt ovurfegnast í hesum døgum um, at risastórar
samfelagsíløgur verða gjørdar í okkara innfrakervi og atkomuviðurskiftini frá
sjónum, so at vit knýta landið alt betri saman og fáa eina góða trygga havn
inni á Skálafjørðinum. Øll uttan javnaðarflokkurin í Tórshavnar býráði.



Øvundsjúkan hevur tikið yvirhond á Vaglinum, og í eini
síðstu desperatari roynd at leggja fótonglar fyri útbyggingini av havnalagnum í
Runavík, verða stórir meirkostnaðir og seinkingar lagdar á allar útbyggingar av
samfelagnum.



Við í fallinum tekur javnaðarflokkurin í Havn samferðsluna
til Sandoynna, og leggur vinnuni í oynni stórar meirútreiðslur og gerð umstøður
munandi truplari, sum eru rímuliga truplar í forvegin.



Fyri tveimum mánaðum síðani frættist annars frá semju millum
landsstýrið og kommununa í Havn, um at landið skuldi lata 110 mió kr kvitt og
fritt til kommununa fyri innkomuveg til Havnar. Hetta vil siga, at landið letur
kommununi pengar at gera kommunalar vegir fyri, men kommunan steingir vegin so
at bilar ikki sleppa at brúka vegin, og harvið dýrkar samfelagsútreiðslur
munandi og leingir tíðarskeiðið sum hesar útreiðslur strekkja seg yvir. Sjálvur
røkki eg ikki longri enn á stokkin, Tórshavnar kommuna má sær ráða. Men so
leingi hesar avmarkingarnar í ferðsluni standa við, verður so ein atkvøða minni
fyri avtaluni um innkomuvegin í Løgtinginum, og tað verður mín.



Tað kemur slett yvirhøvur ikki uppá tal at góðtaka nakra
semju við ein, sum aftaná semjuna sparkar ein so dyggiliga á skinnabeinið, sum
eg meti at javnaðarflokkurin í Havn hevur gjørt við allar borgarar landsins.
Hetta mál verður reist politiskt eftir ólavssøku, tað er eitt lyfti frá mínari
síðu.



 Brandur Sandoy,
tingmaður