Hugsjón

Fólkaflokkurin
ætlar sær at vinna sessin á Fólkatingi aftur og fer at føra praktiskan
politikk, sum skapar veruligar sigrar.


 


Fólkaflokkurin
er besta boðið, tá ið um ræður at brúka fólkatingssessin til frama fyri føroyingar,
bæði í Føroyum og í Danmark.


 


Hetta vil Fólkaflokkurin:


 


·     Tryggja lóggávu, sum hóskar til føroysk viðurskifti


·     Fáa tey við serligum tørvi heimaftur


·     Yvirtaka loftrúmið 


·     Nei til flóttafólk


 


Á Fólkatingi
vilja vit arbeiða fyri okkara fólk. Vit vilja hava eitt vakið eyga við øllum fólkatingsmálum,
sum ávirka Føroyar og føroyingar. Vit vilja í lóggávuarbeiði tryggja, at á
felagsøkjum skulu vit fyri Føroyar hava lóggávu, sum hóskar til okkara
samfelag.


 


Vit hava tíverri
upplivað, at núsitandi landsstýri hevur góðtikið, at vit noyðast at hava somu
lóggávu sum Danmark. Tað hevur ikki verið neyðugt fyrr og skal heldur ikki
galda í framtíðini.


 


Vit vilja
ganga gjøgnum heilt fyri at røkja áhugamál hjá føroyska fólkinum og føroyskum
vinnulívi. Fólkafloksumboð á Fólkatingi fer at virka óheft av donskum flokkum,
men vil nýta sessin at tryggja okkara viðurskifti.


 


Vit vilja
tryggja okkara ungu bestu útbúgvingarmøguleikar og gera alt fyri, at tey koma
heimaftur. Vit vilja undir ongum umstøðum lata frá okkum sjálvræði á okkara
tilfeingi í sjónum.


 


Fólkaflokkurin
vil á Fólkatingi skapa praktiskt samstarv um praktisk mál. Størstu sigrarnir
við fólkafloksumboðan eru yvirtøka av undirgrundini og bankaavtalan.


 


Verandi kjak um loysing ella samband førir ongan veg.
Stríðið um loysing ella samband skal ikki dragast til Danmarkar, men hoyrir
heima í Løgtinginum.


 


Vit mugu arbeiða fyri, at Føroyar fáa altjóða
viðurkenning. Vit vilja á Fólkatingi slóða fyri einum felagsskapi millum
suverenar statir. Einum felagsskapi við javnbjóðis pørtum, sum eisini gevur
okkum rætt til limaskap í ST og øðrum altjóða og millumtjóða felagsskapum. Til
gagns fyri Føroyum.


 


Vit siga nei
til ES limaskap - og ja til samstarv. Okkara umboð á Fólkatingi vil verja okkum
móti ágangi og boykottum frá ES. Í makrelstríðnum stóð landsstýrismaður okkara
við sína avgerð og vardi føroysk áhugamál – uttan hjálp frá føroysku
fólkatingsumboðunum.


 


Vit vilja
virka fyri fríhandli við ES.

Fáa tey við serligum tørvi heimaftur


Alt ov nógv meta tað vera neyðugt at flyta av landinum, tí tilboðini til
teirra børn ella avvarðandi ikki eru nøktandi í Føroyum. Fólkaflokkurin ætlar
beinanvegin at kanna, greina og skapa grundarlag fyri, at øll skulu kunna koma
aftur til Føroya, sum einaferð vóru noydd av flyta. Føroyar skulu vera fyri
allar føroyingar.

Yvirtaka loftrúmið


Føroyskt loftrúm skal vera føroyskt. Í verandi støðu eru
vit partur av einum ódámligum býtishandli millum Danmark og Ísland. Føroyskt
loftrúm skapar inntøkur, førleikar, vitan og størv. Verandi støða gevur okkum
ikki innlit í, hvat fyri inntøkur okkara loftrúm gevur. Hetta vilja vit ikki
lata okkum lynda á nakran hátt. Føroyskt loftrúm fer at skapa inntøkur – og fer
eisini at gera tað fíggjarliga møguligt at yvirtaka loftferðslumyndugleikan
beinanvegin.

Nei til flóttafólk


Ógvusliga órógvin í okkara grannalondum av flóttafólki vísir okkum greitt,
at vit eiga at hjálpa flóttafólki, har tey eru, heldur enn at taka tey til
Føroya. Tá ið hugsað verður um mentanarligar munir og tann ovurstóra kostnaðin,
so sigur tað seg sjálvt, at vit gera størstan mun við at hjálpa flóttafólki,
har tey eru. Tá hjálpin verður latin, har tey eru, ger hon nógv størri mun.