Javnaðarflokkurin reingir veruleikan

Skotgrøvspolitikkurin má enda! Tað kemur alt ov ofta fyri, at andstøðuflokkarnir reingja veruleikan.

Seinasta dømi um tað er skrivið hjá Javnaðarflokkinum, har tey siga seg ikki taka undir við ætlanunum hjá samgonguna at privatisera SEV.

Tykkum nýtast ikki at stúra – SEV verður ikki privatiserað. Tað hevur ongantíð verið ætlanin!

Eins og nú, fer SEV framhaldandi at framleiða streym burtur úr orkuverkum og vatnorku. Tí er tað skeivt tá Javnaðarflokkurin sigur, at vit missa ræði á grundleggjandi samfelagsligum økjum. Tað gera vit ikki.

Men framyvir kunna privat feløg framleiða streym inn á netið hjá SEV, sum eru vunnin burtur úr vindorku.

SEV kann eisini gjøgnum onnur feløg bjóða uppá verkætlanir viðvíkjandi framleiðslu av streymi burtur úr vindorku.

Vit hava skilt, at SEV longu hevur stovnað eitt interkommunalt felag til endamálið. Tað gjørdi Kári Johansen, nevndarformaður í SEV, greitt í útvarpinum. Also eingin privatisering. Tað verður ongin ognarlutur í SEV privatiseraður.

Nýggja kommunala felagið, sum skal arbeiða eftir marknaðartreytum, skal arbeiða sjálvstøðugt av SEV, og tí slepst undan illgitingum um armslongd og manglandi gjøgnumskygni, og at SEV hevur buktina og báðar endarnar í samband við útboð av vindmyllum.

«Landsstýrið ætlar, at privatar fyritøkur, ofta við útlendskum eigarum, nú skulu einsamallar og uttan kapping frá SEV at leggja seg á alla vindframleiðsluna í Føroyum» - sigur Javnarflokkurin í skrivinum.

Hetta eru somu illgitingar og reingjan av veruleikanum, sum vit tíverri síggja alt ov ofta. Tað einasta vit vilja, er at fáa eina gjøgnumskygda kapping millum javnt stillaðar partar, so besti prísurin fæst fyri brúkaran.

Vit tí leisti, sum nú er avtalaður, verður gjørligt at náa málsetninginum um, at el-framleiðslan í Føroyum í nógv størri mun skal koma frá grønum orkukeldum.

At Javnaðarflokkurin er ímóti ætlanunum hjá samgonguni, er sín sak, men brúkið sakligar grundgevingar í kjakinum.

Christian Andreasen