Jólamaðurin

Øll kenna vit myndina av jólamanninum, ið kemur vid sledu sínari, fullari av spennandi jólapakkum.

Har situr hann, væl í holdum, og væl hýrdur, og er ávegis at býta út sín førning til øll fitt børn.
Men; Rudolf, hansara trúgva reinsdjór, dregur alt lessið.
Hvør er Rudolf í dagsins samfelagi?
Allir teir litføgru pakkarnir, hava neyvan verið ókeypis.
Hvør hevur goldið teir?
Sledan, id er hansara vinnutól; hvussu er hon fíggja og goldin ?
Og so kemur tad mest spennandi: Hvussu man hann fara at deila pakkarnar út ?
Støddin er ymisk, og fáur man ynskja sær tann minsta pakkan.
Er tað tey óskikkiligu, ið verða fyri vanbýti; tey sum ikki vóru glad fyri pakkan sídsta ár, ella kanska onkur heilt annar?
Og er nokk av pakkum til øll børnini ?

Henda lítla hugleiding er sprottin úr marrutankanum um, at vit eftir valið fáa ein persón á landskassan, ið fer at deila út eftir hugburðinum um fordeilingsbúskap: Ein lítlan til tín, og ein stóran til mín; tak vid tí einu hondini, og gev út vid hinari.
Og her er eingin trygd fyri, at tey, id veruliga hava brúk fyri einum væluntum jólapakka, fáa nakad sum helst.
Tad kemur alt an uppá, hvørt jólamadurin heldur, at tú hevur uppiborið ein pakka !

Lat peningin í størst møguliga mun verða í lummunum hjá teimum, id hava forvunnið hann.
Har hevur hann tad best.

Gott val.

Michael Dalbø
Valevni Fólkafloksins