Jutta í Horni Hansen stillar upp til býráðsvalið í Havn

Eg eiti Jutta í Horni Hansen, 39 ár eri løgfrøðingur og havi frammanundan eina skrivstovuútbúgving við trygging sum sergrein. Eg havi starvast á Tryggingarfelagnum Føroyum í 18 ár, har mítt núverandi starv er ráðgevi á stjórnarskrivstovuni.

Eri ikki gift, men havi livað saman við manninum í 22 ár. Vit bæði eiga tvær døtur saman, sum eru 10 og 12 ára gamlar. Vit búgva í egnum húsum í "Rabarbukvarterinum".

Eg havi fleiri hjartamál, t.d. vil eg arbeiða fyri fleiri valmøguleikum innan eldraøkið og at broyta neiliga hugburðin, at eldraøkið er "tungt og strævið". Tað skal vera lætt, gott og stuttligt at vera eldri í Havn! Eisini vil eg arbeiða fyri, at ungar barnfamiljur, undir hesum ung lesandi, stakir uppihaldarar og fólk við menningartarni/serligum tørvi, ið arbeiða og gjalda skatt skulu hava fleiri og betri møguleikar bæði innan bústað, ansing og menning á jøvnum føti við onnur í kommununi. Infrakervið, serliga rør- og kloakkskipanin í Miðbýarøkinum má endurnýggjast sum skjótast, harumframt mugu nógv umstríddu parkeringsumstøðurnar hjá Miðbýaríbúgvum betrast.

Vinarliga
Jutta í Horni Hansen
Valevni, Havnar Framburðsfelag
Býráðsvalið 2016