Kærumál verða viðgjørd av fakfólki

Kærumál verða viðgjørd av fakfólki 

Aðalráðini fáa javnan kærur av øllum handa slag. Havi sitið í landsstýrinum í uml. 13 ár og havi ongantíð sum landsstýrismaður blandað meg í nakað kærumál, heldur ikki í málið um Fámjinstunnilin. 

Kærumál verða nágreiniliga viðgjørd av okkara dugnaligu embætisfólkum í stjórnarráðunum, og tey gera eina fakliga niðurstøðu, sum vit landsstýrisfólk taka til eftirtektar. Eg kenni ikki til annað. 

Aksel V. Johannesen hevur sitið í landsstýrinum í nógv ár, og tí skilji eg ikki, hví hann setur spurnartekin við, hvør viðger kærumál í stjórnarráðunum. 

Veit at hann argar politiskt, men samstundis niðurger hann – helst ikki við vilja - okkara dugnaligu embætisfólk. 

Tað haldi eg ikki sømir seg. 

Kærumálið um Fámjinstunnilin er viðgjørt eftir vanligum, fyrisitingarligum mannagongdum. 

Tá ið avgerðin var liðugt skrivað, fekk eg avgerðina. Eftir at hava lisið, var mín fatan, at arbeiðið var væl frágingið, og eg eri samdur í niðurstøðuni. Partarnir vóru eisini væl og virðiliga hoyrdir í málsviðgerðini.

Av tí at summi hava illgitt um avgerðina, leggi eg hana við til teirra, sum hava áhuga. Og eg vænti, at flest øll skilja málið, tá ið tey hava lisið avgerðina. 

Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður

Kæruavgerð.pdf