Á hesi síðu fært tú innlit í okkara meiningar, hugsjónir og hvat vit arbeiða við í løgtinginum og í kommununum. Eisini er tað her, tú fær at vita, nær og hvar, Fólkaflokkurin ferðast í landinum. Vit eru av tí hugsan, at politikkur snýr seg eisini um at lurta. Tískil eru vit ofta runt um í landinum og vitja virki og stovnar, bygd og bý. Umframt hetta, kunngera vit her á síðuni, hvar og nær okkara tiltøk eru.
Tú skalt eisini vera vælkomin at fylgja við okkum á Facebook, Instagram og Tiktok.
Enn einaferð hjartaliga vælkomin!
Beinir Johannesen
Formaður í Fólkaflokkinum