Nær lækkar tinglýsingargjaldið?

Seinastu árini hava átøk verði framd, ið skulu minka um bústaðartrotið, ið vit hava í dag. Sóknast hevur verið eftir einum fjølbroyttari bústaðarmarknaði, har møguleiki er at leiga, samstundis sum tað er vorðið torførari og dýrari at fáa sítt egna at búgva í.

Nøkur átøk eru gjørd, ið skulu basa hesum trotinum. Frádráttur til húsaútleigan, ið skal eggja fólkið at langtíðarleiga til fólk er eitt. Í ár bleiv eisini ein bústaðarpakki samtyktur, ið gav Bústøðum eina læniheimild uppá 450 milliónir krónur at byggja bústaðir fyri, harav 250 milliónir krónur eru markaðar til leiguíbúðir.

Tó er ikki nakað gjørt, ið skal hjálpa fólkið at seta føtur undir egið borð. Hóast fleiri ynskja sær eina leiguíbúð í dag, í mun til fyrr, so eru tað framvegis nógv, ið droyma um at seta føtur undir egið borð.  

Í samgonguskjalinum stendur, at tinglýsingargjaldið verður lækka aftur, eftir at tað í undanfarna valskeiði bleiv hækka frá 0,5% til 1%. Ein lækking, ið fekk tinglýsingargjaldið aftur á tað stigið, hevði gjørt tað fíggjarligari lættari hjá familjum at sett føtur undir egið borð.

Hesin fyrispurningur verður settur, fyri at fáa greiðu á, hvat ein tílík lækking hevði kostað, og um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at fremja hesa lækking:

1.     - Hvussu nógv hevði tað kostað landskassanum at lækka tinglýsingargjaldið frá 1% til 0,5%
- Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at lækka tinglýsingargjaldið?

-