ALS økir umsitingina, hóast arbeiðsloysið er metlágt!

Arbeiðsloysið er metlágt í løtuni. Sambært Hagstovuni var arbeiðsloysið í januar 2019 1,1%. Hetta er søguliga lágt. Tí undrar tað almikið, at lønarútreiðslurnar sambært seinastu ársfrágreiðingini hjá ALS eru vaksnari við góðari hálvari mió. kr.

Í dag sita 35 starvsfólk, ið umsita 269 arbeiðsleys. Við øðrum orðum: hvørt starvsfólk umsitur gott og væl 8 arbeiðsleys! Tað, ið ger støðuna so undrunarsama er, at lønarútreiðslunar eru nærum trýfaldaðar, hóast arbeiðsloysið er lækkað úr 7% í 2011 til 1,1 % í 2019. Raksturin hjá ALS er farin úr 6 mió kr. í 2008 til nærum 15,4 mió kr. í 2017. Sostatt eru lønarútreiðslurnar vaksnar við meira enn 9 mió. kr. uppá fá ár. Arbeiðstakarin skal sambært lóg gjalda 1,25% av lønini inn í arbeiðsloysisskipanina.

Í løtuni tykist tað, sum hart vunnu pengarnir fara í umsiting, heldur enn til arbeiðstakaran. Tí hevði tað verið uppá sítt pláss, um landsstýrimaðurin saman við ALS stýrinum hugdi at inngjaldinum og vaksandi lønarútreiðslunum, so at skipanin kemur Palleba og Marsjannu til góðar.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin