Ársaðalfundur í Norðoya Fólkafloksfelag

Í gjárkvøldi hevði Norðoya Fólkafloksfelag ársaðalfund og var rættuliga fitt av fólki møtt til fundin, sum var hildin í Gamla Seglhúsinum.

Fundurin viðgjørdi umframt vanligu dagsskránna, eisini politisku støðuna í dag og komandi løgtingsval. Gott kjak var millum fundarluttakarnar.

Nevndarval var eisini á skránni, og skipaði nevndin seg aftaná fundin.

Nevndin:
Símun Gullaksen, Formaður

Hallstein E. Jacobsen, Næstformaður

Kári Kallsberg, Kassmeistari

Lena í Buð, Skrivari

Ruth Johannesen, Nevndarlimur

Tiltakslimir:

Herfríð Sørensen

Finn Hansen

Hans Jákup Kallsberg

Limir í Floksleiðsluni

Símin Gullaksen og Hallstein E. Jacobsen.

Ruth Johannesen er tiltakslimur í Floksleiðsluni

Norðoya Fólkafloksfelag