Barnavælferð

Rættiligt kjak hevur stungið seg upp um barnafátækradømi í seinastuni, men kjakið hevur eftir mínum tykki veruliga manglað dýbd og innihald. Eg havi saknað eina breiðari viðgerð av barnavælferð yvirhøvur, og hvat ið veruliga skal til fyri at tryggja, at øll børn í Føroyum hava tað gott. Soleiðis sum málið er framstillað eitt nú í miðlunum, so hevur man fingið ta fatan, at verður tað bara játtað nakrar eyka krónur, so hava vit loyst allar trupulleikar hjá børnum, sum liva undir truplum umstøðum. Men tíverri er veruleikin ikki so einfaldur. Tað finnast ongar skjótar og lættar loysnir, ið kunnu loysa allar trupulleikar í einum høggi, tá ræður um barnafátækradømi og trupulleikar hjá børnum, ið liva undir truplum umstøðum. Gamaní er tað góð hjálp hjá nógvum familjum at fáa nakrar eyka krónur, men har tað hjálpir onkrari familju, er tað als ikki tað, sum skal til hjá øðrum barnafamiljum, har heilt aðrir sosialir trupulleikar eru galdandi.

Samstundis er málið vorðið til eitt mál millum andstøðu móti samgongu, um hvør vil børnunum væl, og hvør ikki vil. Hetta er stak óheppið, og tænir ongum endamáli og so als børnunum.

Ì kjalarvørrinum av tí, sum er farið fram í seinastuni, so meti eg tað vera rætt at nevna nøkur av teimum átøkum, sum samgongan hóast alt hevur framt á barnavælferðarøkinum. Barnavælferð hevur hægstu raðfesting hjá sitandi samgongu. Við útgangsstøði í ST - barnarættindasáttmálanum hevur miðvíst verið arbeitt við at bøta um ikki bara fíggjarlig viðurskifti hjá børnum, men eisini viðurskifti av sosialum slag, sálarligum slag umframt at bøtt er um rættartrygdina hjá børnum í Føroyum. Nevnast kann t.d. :

Rættartrygd

  • Óheft barnaumboð er sett á stovn eftir ásetingunum í ST- barnarættindasáttmálanum. Umframt at hava eftirlit við barnaøkinum er eisini møguligt hjá børnum at kæra til barnaumboðið um ótolandi viðurskifti.
  • Barnaverdnarlógin er dagførd, har m.a. herd fráboðanarskylda til fakfólk og hjá vanliga borgaranum er ásett. Kunningarátøk hava verið kring landið undir heitunum ”Sig frá”, har m.a. hevur verið kunnað um herdu fráboðanarskylduna. Tvífalt so nógv mál um kynsligum harðskapi og umharðskap móti børn eru fráboðaði i 2013 í mun til 2012.
  • Barnahús er sett á stovn, har børn, sum hava verið útsett fyri kynsligan harðskap og annan harðskap kunnu verða kannaði og fáa viðgerð undir tryggum umstøðum.

Sosial viðurskifti

  • Berin hevur fingið hægri játtan. Berin er ein sjálvhjálparbólkur fyri børn, ið hava mist foreldur. Nú kunnu fleiri børn fáa linna fyri sína sorg.
  • Barnabati hevur fingið hægri játtan, soleiðis at ”Tú og eg ráðgevingin” kundi gerast virkin aftur. Nú fáa fleiri 100 tals børn árliga anonyma hjálp frá serkønum fólkum fyri sínar sálarkvalur av ymsum slag.

Fíggjarlig viðurskifti

  • Barnaískoyti til stakar uppihaldar er hækkað úr 6600 upp í 10.000 kr skattafrítt um árið
  • Barnafrádrátturin hjá landinum er hækkaður úr 5.500 kr. upp í 6.500 kr.
  • Stakir uppihaldarar við børnum hava fingið hægstu raðfesting hvat viðvíkur forsorgarveitingar. Sum dømi hevur ein forsyrgjari við tveimum børnum í Havn 16.200 eftir skatt at liva fyri um mánaðin.
  • Bústaðarískoyti kann latast uppihaldara, ið hevur forsyrgjaraskyldu móti fleiri enn 2 børnum um býlisútreiðslan er yvir 6.500.
  • Barnatannrøktin er styrkt, har aldursmarkið fyri ókeypis barna og ungdómstannrøkt er hækkað úr 16 í 18 ár.
  • Bústaðir er farið undir at útvega 100 nýggjar bústaðir í ár. Bústaðarpolitiska amboðið hjá Bústaðir er bústaðarpolitikkur landsins frá 2012, har dentur er lagdur á at fáa góð býli til ein rímuligan kostað. Tað skal leggjast afturat, at tað tekur tíð at broyta allan okkara bústaðarmarknað, men vit eru væl ávegis.
  • Kunngerðin um fíggjarligt frípláss á dagstovni er send til hoyringar og er nú klár at seta í gildi.

Eg eri fullgreið yvir, at enn eru tað børn, ið vit ikki hava rokkið, og tað skulu vit sjálvandi seta okkum sum mál, men vit eiga at kjakast um hetta málið við størri virðing og við størri innliti í viðurskiftini hjá okkara børnum, enn tað vit hava sæð higartil. Tað skal vera mín vón og mítt ynski, at samgonga og andstøða megna at standa saman, sum vit altíð hava gjørt, tá tað ræður um okkara virðismikla tilfeingi, børnini, nú farið verður undir at arbeiðið at gera uppskot til enn fleiri batar á barnavælferðarøkinum.

Annika Olsen

Landsstýriskvinna í almannamálum