Burtur við sjálvdráttinum á Fólkatingi

Helle Thorning Smith hevur bríkslað dystin í gongd, og nú skal avgerðast hvørjir flokkar skulu umboða Føroyar í Fólkatinginum í komandi tíðum.

Farna valskeið hava Javnaðurin og Sambandið havt umboðanina á Fólkatingi, og eftir mínum tykki er syndarliga lítið komið burturúr. Gamaní, onkur hissini millión til onkra verkætlan er drigin til Føroya, men hava okkara fólkatingsumboð víst teirra virði, tá vit føroyingar veruliga høvdu brúk fyri teimum? Nei.

Tað varð ein ovurfegin Sjúrður Skaale, sum vera man, ið valkvøldið fyri 4 árum síðani lovaði føroyingum, athann fór at gera alt ið stóð í hansara makt fyri at tæna føroyingum, og at hann fór sjálvandi ikki at arbeiða ímóti ynskjunum hjá einari komandi føroyskari stjórn, um hon so varð blá ella reyð.

Men hvat hendi?

Føroyska stjórnin setti hart ímóti hørðum í makrelstríðnum, har vit kravdu at fáa okkara part. Hetta hevði stórar ósemjur við sær, og trýstið var øgiligt á føroyingar. Sjúrður Skaale sum avgerandi partur av reyðu donsku stjórnini, noktaði føroyingum atgongd til danskar havnir, og forðaði okkum í at flyta makrelin av landinum. Er hetta at stuðla føroyskum sjónarmiðum á Fólkatingi? Ikki tí, Edmund Joensen varð onki mætari, ikki frættist tað stóra frá honum um hesa tíðina.

Føroyska stjórnin hevur arbeitt við hond og fót fyri at tryggja okkum at Føroyar ikki skuldu verða boykottaðar av Russlandi. Í síni tíð vóru tað javnaðarmenn ið gingu á odda fyri at Føroyar, sum eitt tað fyrsta landi í heiminum, skrivaðu undir fiskivinnuavtalu við Sovjetsamveldið. Nú hevur javnaðarumboðið á Fólkatingið gingið fremst í reyðu donsku stjórnini, at harta føroysku stjórnina, hóast Rusland er tað landið í heiminum sum vit føroyingar útflyta mest til, yvir 1 miá kr í 2014. Er hetta at stuðla føroyskum sjónarmiðum á Fólkatingi?

Føroyska stjórnin hevur greitt boðað frá, at vit ynskja ikki at gerast limur í ES, men vilja tó hava meiri samstarv, eitt nú gjøgnum eina fríhandilsavtalu. Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur tó skriva uppí bilar um, og arbeitt hart fyri at økja um forstáilsi fyri, at vit í Føroyum skulu gerast limur í ES. Er tað at stuðla føroyskum sjónarmiðum á Fólkatingi?

Hvat er tað í grundini sum er hent við teimum báðum fólkatingsumboðunum ið vóru vald á undanfarna vali? Bæði umboðini eru farin úr flokkum sínum í Føroyum, og hava stovnað tvinnar flokkar á Fólkatingi. Annara kallast Sambandsflokkurin á Fólkatingi, og hin Javnaðarflokkurin á Fólkatingi. Hesir flokkar hava eitt umboð í part, og tað er langt ímillum hugsjónirnar hjá hesum flokkum, og systirflokkum teirra í Løgtinginum. So langt, at áhaldandi innanhýsis ósemjur eru tær sum seta dagskráirnar og fylla dagligdagin, heldur enn at arbeiða fyri Føroyar og føroyingar á Fólkatingi.

Komandi val er eitt at gera hjá veljaranum í Føroyum. Vit mugu velja eitt umboð fyri Fólkaflokkin aftur á Fólkating.

Fólkaflokkurin hevði aldrin góðtikið at danskar havnir vórðu stongdar fyri føroyskum skipum!!!

Fólkaflokkurin kennir týdningin av at vit sum land hava góða marknaðaratgongd til útflutning okkara, ið vit sum land eru so ómetaliga tengd at. Fólkaflokkurin hevði aldrin verið partur av eini danskari stjórn, ella stuðla eini danskar stjórn í at roynt at máa undan grundarlagnum fyri útflutningi okkara.

Fólkaflokkurin fer at arbeiða fyri føroyingum og Føroyum á Fólkatingi.

Brandur Sandoy, valevni Fólkafloksins