FRÆLSI OG TRYGGLEIKI FYRI ØLL

Valskrá okkara leggur dent á at gera tað liviligari hjá føroysku familjuni

Ynski okkara er eitt frælst land; fyritreytin eru frælsir borgarar, sum ráða yvir egnum viðurskiftum – eisini egnum pengum.

Vinnan skal hava tryggar og varandi karmar fyri framhaldandi at hava búskaparvøkstur. Fyri at tryggja vælferðina eigur búskapurin at vaksa skjótari enn tað almenna. Tað skal verða hugaligari hjá øllum at arbeiða, og tí skal skatturin hjá lág- og miðalløntum lækkast, og avgjøld skulu minkast ella avtakast.

Valskráin vísir greitt, hvørjum vit standa fyri, og hvat vit halda, politikkur skal snúgva seg um.

Skattur og avgjøld

Framtíðin er borgarlig. Fyritreytin fyri einum góðum samfelagi er búskaparvøkstur. Tí má tað loysa seg at arbeiða, og vit skulu eggja og skapa karmar til vaksandi vinnulív.

Vit vilja, at avgjaldsøðin á familjur og vinnu má steðgast.

Vit vilja, at avgjøld skulu lækkast og takast burtur.

Vit vilja, at ágrýtni skal lønast og ikki revsast.

Vit vilja hækka botnfrádráttin hjá lesandi og lærlingum

Vit vilja, at eingin lág- og miðalinntøka skal skattast meira enn 30%.

Vit vilja býta inntøkuvøkstur landskassans í trý: triðing til vælferð, triðing til at rinda skuld og triðing til avgjalds- og skattalækking.

Vit vilja tryggja, at tað loysir seg at búgva í Føroyum – eisini um ein arbeiðir uttanlands. Vit vilja, at eingin, sum rindar til eftirløn uttanlands, skal rinda eftirløn í Føroyum eisini.

Vit vilja avtaka dupultan GATT-toll, sum ger tað dýrari hjá føroyska brúkaranum.


Vinnan

Búskaparvøkstur er vegurin til vælferð. Tí er neyðugt at virka fyri einum sjálvberandi búskapi, har vinnur av ymsum slag geva avkast og framburð í fríari altjóða kapping, og har trivnaður og umhvørvi verða raðfest høgt. Uppgávan hjá tí almenna verður at tryggja karmarnar, ið eru støðugt grundarlag fyri vinnuligum framburði og búskaparligum vøkstri.

Arbeiðsmarknaðurin skal virka væl, mennandi, vera tryggur og rúmligur. Lætt skal vera at bjóða seg fram, eins og lætt skal vera at fáa fatur á skikkaðari arbeiðsmegi.

Vit vilja gera ein greiðan vinnupolitikk

Vit vilja tryggja vinnuni góðar umstøður, so hon verður kappingarfør og lønandi og á tann hátt kemur flest møguligum til góðar - og gera landið bíligari og betri at liva í.

Vil vilja tryggja føroyskum fyritøkum betri atgongd til almenn arbeiði.

Vit vilja bjóða almennar tænastuveitingar og bygging út til vinnumarknaðin, har eisini sjálvstøðugt vinnurekandi kunnu bjóða.

Vit vilja einskilja almennar fyritøkur, har brúkarin fær fyrimun

Vit vilja bøta atgongdina til váðafúsan kapital hjá íverksetarum, t.d. gjøgnum grunnar hjá landinum.

Vit vilja tryggja vinnurekandi og íverksetarum vinnuvegleiðing og hjálp til egið virki. Her verður serliga hugsað um hjálp og vegleiðing í samskiftinum við myndugleikarnar sum t.d. Taks

Vit vilja, at alivinnan framhaldandi skal hava tryggar og varandi karmar. Vit vilja, at alivinnan eisini í framtíðini skal vera ein inntøkukelda. Tí má umhvørvið raðfestast.

Vit vilja halda fast við, at ein alari er á einum firði

Vit vilja virka fyri at fáa fleiri lærlingar í Føroyum - eisini hjá tí almenna.

Vit vilja, at tað almenna gongur á odda at brúka og harvið menna føroyska KT-vinnu.

Vit vilja framhaldandi betra FAS-skipanina.

Vit vilja skipa eina FAS-líknandi skipan fyri flogferðslu.

Vit vilja reka ein landbúnaðarpolitikk, sum tekur hædd fyri burðardyggari nýtslu av lendinum, og sum tryggjar vinnuliga gagnnýtslu av øllum tilfeinginum.

Vit eru sannførd um, at ognarrætturin er friðhalgaður. Men føroyingar mugu hava møguleika at njóta føroysku náttúruna, undir skipaðum viðurskiftum í samljóði við eigararnar. Tað skal kunna krevast gjald frá útlendskum ferðafólki.

Vit vilja orða ein greiðan ferðavinnupolitikk, sum er fíggjarliga, umhvørvisliga og sosialt burðardyggur

Vit vilja, at útlendsk ferðafólk sjálvi skulu rinda fyri tilbúgvingar, ið verða settar í verk teirra vegna

Vit vilja, at allir arbeiðsgevarar, sum hava tímalønt starvsfólk, skulu javnsetast, tá umræður sjúkradagar.

Vit vilja, at færri fíggjarligar byrðar verða lagdar á sjálvstøðug vinnurekandi og smærri fyritøkur, soleiðis at teirra vøkstur ikki verður avmarkaður.

 

Fiskivinnan

Ein vælvirkandi høvuðsvinna er besta trygd fyri avkasti til alt samfelagið. Fiskastovnarnir skulu gagnnýtast á vinnuligum grundarlag við skynsomum heildaratliti.

Vit vilja í fleirtjóða og altjóða høpi halda fram at tryggja okkara rættvísa part av felags fiskastovnum.

Vit vilja fremja eina fiskivinnuskipan, sum aftur gevur vinnuni tryggar og varandi karmar.

Vit vilja, at fiskiloyvini skulu hava minst 12 ára uppsagnartíð.

Vit vilja, at uppboðssøla av fiskirættindum verður avtikin.

Vit vilja, at hóskandi skattur og gjøld verða løgd á vinnuna.

Vit vilja eggja til nýíløgur, meirvirkan og virðisøking.

Vit vilja varðveita fiskidagaskipanina.

Vit vilja tryggja, at manningarnar verða rætt løntar. Tí skulu fiskiloyvini verða knýtt at skipunum og vera umsetilig.

Vit vilja við umsetiligheit eisini tryggja nýggjum aktørum atgongd til fiskivinnuna.

Vit vilja, at politiska útlutanin gjøgnum menningarkvotur skal ikki halda fram. Ein skipan má gerast fyri tey, sum hava fingið tillutað menningarkvotur.

Vit vilja tryggja, at alt tilfeingi kemur til lands.

Vit vilja savna frøði og vinnu fyri at stilla veiðitrýstið og harvið staðfesta okkum sum burðardygga fiskivinnutjóð.

Vit vilja fremja útbúgving, menning og gransking innan fiskivinnu fyri at økja úrtøkuna við somu veiðinøgd.

Vit vilja fáa lýst avleiðingarnar av stongdum leiðum o.ø. í stovnsrøktarhøpi.

Vit vilja gera eina smidliga og lønsama skipan fyri útróðrarflotan, soleiðis at hesin parturin av vinnuni sleppur at virka alt árið.

Almenna húsarhaldið

Fyri at tryggja framtíðina, vilja vit aftur fáa skil á almennu peninganýtsuna.

Vit vilja halda eina kós, sum tryggjar okkum vøkstur.

Vit vilja aftur skapa virðing fyri almennari peninganýtslu. Tí verður ovurnýtsla ikki góðtikin í framtíðini.

Vit vilja, at nýggjar mannagongdir fyri almennar íløgur skulu tryggja, at sleppast kann undan fleiri byggigølum .

Vit vilja samskipa felags uppgávur hjá almennum stovnum fyri at gera teir rationellari.

Vit vilja bjóða almennar tænastuveitingar út til vinnuna at reka.

Vit vilja laga lóggávu til føroysk viðurskifti, heldur enn at brúka lóggávur, sum eru snikkaðar til størri samfeløg enn okkara.

Vit vilja við skynsamari umsiting av almenna rakstrinum tryggja familjunum størri rásarúm við at lætta um avgjøld og skatt.

 

Trivnaður

Dentur verður lagdur á eitt gott og væl virkandi almannaverk, sum veitir hjálp og vegleiðing til tey, ið hava tørv á fyribils ella varandi hjálp. Málið er, at hvør einstakur skal gerast so sjálvhjálpin sum møguligt. Vit mugu ansa eftir ikki at gera øll til almennar klientar, so at vit altíð hava ráð at hjálpa teimum, sum veruliga hava tørv á hjálp

Vit vilja hava einfalda vælferðarlóg, sum skal avloysa forsorgarlógina.

Vit vilja, at ferð aftur verður sett á bústaðarbygging til fólk við serligum tørvi.

Vit vilja virka miðvíst fyri at bøta arbeiðs- og inntøkumøguleikar hjá borgarum við skerdum førleika.

Vit vilja, at almennir stovnar skulu seta starvsfólk við skerdum førleika.

Vit vilja tryggja betri gjøgnumskygni í almannaverkinum og skapa betri møguleikar fyri ung við tarni, so tey klára seg sjálvi.

Vit vilja hava øll heimaftur, sum hava verið noydd at flyta av landinum fyri at fáa betri sosial- ella sjúkratilboð

Familjan

Familjan er kjarnin í samfelagnum. Vil halda, at familjan er grundvøllurin undir einum sterkum samfelag. Tí er neyðugt, at samfelagið verður meira familjuvinarligt.

Vit vilja, at lóggávan skal verja og fjálga um familjuna.

Vit vilja, at meðan børnini eru smá, skal barsilsskipanin tryggja møguleikan hjá foreldrum at arbeiða niðursetta tíð fyri fulla løn. Hetta fyri at tryggja gott tilknýti millum børn og foreldur og samstundis tryggja tilknýti til arbeiðsmarkaðin.

Vit vilja leingja barnsburðarfarloyvið við løn til eitt ár. Hámarkið eigur at verða endurskoðað.

Vit vilja, at foreldur skulu hava frælsi at skipa barsilin, sum tey sjálvi ynskja

Vit vilja skapa karmar fyri fjøltáttaðum bústaðarmarknað, har familjur, tað privata og tað almenna verða javnsett í bústaðarbygging.

Vit vilja, at setahúsabygging skal verða frítikin fyri MVG.

Vit vilja, at peningurin til ansing skal fylgja barninum.

 

Umhvørvi

Vit vilja, at Føroyar gerast fyrimynd við grønum loysnum.

Vit vilja, at føroysku familjurnar og vinnulívið skulu fáa bíligari og grønari orku.

Vit vilja, at elnetið og framleiðsuparturin hjá SEV verða skild sundur í tvey kommunal feløg.

Vit vilja, at privatar fyritøkur skulu kunna leiga seg inn á elnetið, so tær kunnu framleiða og selja streym til føroysku familjuna.

Vit vilja taka burtur mismun millum ymsu grønu orkuátøkini.

Vit vilja, at fiskiflotin skal hava møguleikar at endurnýggja seg. Nýggj skip eru munandi minni orkukrevjandi enn eldri skip. Til hetta krevjast varandi og tryggir karmar fyri vinnuna. 


Heilsa

Heilsuverkið eigur at fáa hægstu raðfesting. Vit leggja dent á eitt samvirkið heilsuverk við hágóðsku-veitingum og við tryggleika fyri allar landsins borgarar. Sjúklingurin skal vera í fremstu røð. Skjót útgreining av sjúklinginum er avgerandi.

Ein avgerandi fyritreyt fyri at veita heilsutænastur á hægsta stigi er at skapa allarbestu karmar til heilsufakligu starvsfólkini. Tað skal gerast við at stuðla einum mennandi fakligum umhvørvi, herundir at leggja dent á eftirútbúgving og heilsutøkniligar útbúgvingar.

Vit vilja aftur skapa veruligan tryggleika um okkara heilsuverk. Samsvar skal vera millum politisku ynskini og játtanina.

Vit vilja veita viðgerðartrygd.

Vit vilja stytta bíðilistarnar, og bíðitíðirnar skulu almannakunngerast.

Vit vilja virka fyri betri hagtølum av virkseminum á sjúkrahúsunum, so vit hava møguleika at fáa meir fyri játtaða peningin til fyrimuns fyri sjúklingin.

Vit vilja menna eina tvørgangandi, samanhangandi sjúklingaviðgerð við tøttum samstarvi millum sjúkrahúsini, allar aðrar partar av heilsuverkinum og serviðgerðina uttanlands.

Vit vilja styrkja tann fyribyrgjandi og heilsufremjandi partin við at leggja dent á fólkaheilsutiltøk og kunning.

Vit vilja styrkja endurvenjingina.

Vit vilja gera samstarvsavtalur við bestu sjúkrahús í Evropa um samstarv, starvsfólkamenning og sjúkraviðgerðir, so at ein rotatiónsskipan verður gjørd, sum í størst møguligan mun tryggjar, at førleikin verður verandi í Føroyum.

Vit vilja broyta sjúkraváttanirnar, so at tær eisini lýsa, hvat sjúklingurin er førur fyri at gera, heldur enn bara at lýsa, hvat hann ikki kann.


Skúli og útbúgving

Fólkið í Føroyum er virðismesta tilfeingi, og tí er sera umráðandi, at øll hava eins góðar møguleikar at fáa útbúgving.

Vit vilja, at skúlin skal byggja á kristna siðalæru og føroyska mentan.

Vit vilja betra karmarnar hjá fólkaskúlanum til frama fyri trivnaðin hjá bæði lærarum og næmingum.

Vit vilja, at sernámsfrøðiliga økið verður endurskoðað og betrað.

Vit vilja, at tær kreativu og handaligu lærugreinarnar í skúlanum verða styrktar.

Vit vilja, at lærararnir fáa meira tíð til undirvísing og til næmingin – og minni til óneyðuga umsiting.

Vit vilja, at møguleikarnir hjá privat- og eftirskúlum verða støðugt betri.

Vit vilja, at miðnáms- og framhaldsútbúgvingar verða lagaðar til tann føroyska vinnu- og tænastutørvin, og at handverkaraútbúgvingarnar verða uppraðfestar í samráð við vinnuna.

Vit vilja, at læraraútbúgvingin verður eftirmett og endurskoðað.

Vit vilja tryggja, at Fróðskaparsetrið verður altjóða góðkent.

Vit vilja menna Fróðskaparsetrið og aðrar hægri útbúgvingar serliga við útbúgvingum, sum geva arbeiðsmøguleikar í Føroyum, og sum eisini kunnu menna heilsuøkið og vinnuna, t.d. innan ferðavinnu og sølu.

Vit vilja skipa eina hægri útbúging innan fiskivinnnu og aling.

 

Mentan

Ríkt mentanarvirksemi er besta amboð til at stimbra tilvitið um føroyskan samleika. Málið fyri einum frílyntum mentanarpolitikki er at loysa upp fyri teimum skapandi kreftunum hjá fólki. Tað ræður um at styrkja hugin, gávurnar og møguleikan fyri at útinna mentanarligt virksemi.

Vit vilja, at fíggjarligur stuðul til mentan eigur at verða latin eftir grundregluni um hjálp til sjálvhjálp.

Vit vilja, at vit sum sjálvstøðugt fólk hava kunnleika til okkara livandi søgu, føroyskan dans, myndandi list, heimavirki, tónleik, bókmentir og skaldskap.

Vit vilja stuðla yrkislist, fólkamentan, virksemi í kvøldskúlum og frítíðarfelagsskapum.

Vit vilja halda fast við lógina um mvg-frítøku av bygging av kirkjum, ítróttar-, mentanar- og samkomuhúsum.

Vit vilja framhaldandi tryggja okkum mentanarliga rættin til grindaveiðu.

Vit vilja, at Kringvarpið skal bjóða út munandi størri part av framleiðsluni.

Vit vilja stimbra heimavirkisfólkum við mvg-frítøku og lagaligari skatting.

Vit vilja orða og gjøgnumføra ein miðlapolitikk, sum eisini tryggjar, at public service tænastur kunnu útveitast.


Ungdómurin

Ungdómurin er okkara framtíð. Góðar umstøður til útbúgving, lærupláss, virkni og frælsi er okkara mál fyri ungdómin.

Vit vilja, at komandi lestrarumhvørvi skulu umfata lestraríbúðir, har lesandi kunnu búgva fyri sámiligan prís. Tað verður best gjørt við at javnstilla almenna og privata bygging.

Vit vilja, at lesandi og lærlingar fáa ein eyka botnfrádrátt.

Vit vilja, at miðnámsnæmingar undir 18 ár eisini skulu hava lestrarstuðul.

Vit vilja, at lestrarstuðulin skal hækka.

Vit vilja, at bústaðarmøguleikar, barnaansing, upplivingar og trivnaður í Føroyum skulu vera eins góð og í okkara grannalondum.

Vit vilja tryggja øllum fólkaskúlanæmingum møguleikan til ókeypis trygdarskeið.

 

Ítróttur og frítíð

Fólkaflokkurin viðurkennir og vil í mest møguligan mun stuðla tí týðandi sjálvbodna arbeiði, sum einstaklingar, ítróttafeløg, skótar og onnur ítrivsfeløg gera fyri at menna okkara børn og ungdóm sálarliga, moralskt og kropsliga.

Vit vilja, at innandura høll til altjóða dystir og tiltøk skal byggjast.

Vit vilja stuðla sjálvbodnum virksemi á øllum økjum. Sjálvboðið arbeiði lyftir, har tað almenna als ikki orkar.

Vit vilja, at skattafría hámarksgjaldið til ítrótt skal hækkast.

Vit vilja framhaldandi stuðla felagsskapum, sum gera ungdómsarbeiði, ítróttarsambondum, skótum, leiðarum og venjarum, so tað verður lættari at útinna hetta risa sjálvkravda arbeiðið.

Vit vilja stuðla landsliðsarbeiði í ymsu ítróttargreinunum.

Vit vilja stuðla úrvalsítrótti.

Vit vilja virka fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya og eisini stuðla ætlanunum um kravdar ítróttagreinar.

 

Eldri

Okkara eldru hava skapt okkum samfelagið. Vit kenna tað sum okkara skyldu at tryggja teimum eitt gott og virkið lív á eldri árum.

Vit vilja, at útgjaldið úr Samhaldsfasta verður skattafrítt. Tað er jú skattað við inngjald.

Vit vilja fjølltátta bústaðarmøguleikarnar hjá teimum eldru.

Vit vilja tryggja, at hond verður tikin um fólk, sum eru slitin av tungum arbeiði áðrenn pensjónsaldur.

Vit vilja tryggja, at tað loysir seg at arbeiða, eisini hjá okkara eldru.


Innlendis

Okkara land má skipast eftir egnum viðurskiftum. Gott undirstøðukervi er fortreyt fyri kappingarføri og møguleikunum hjá tí einstaka.

Vit vilja, at flutningsmøguleikarnir eru góðir, bæði fyri einstaklingar og vinnu.

Vit vilja framhaldandi útbyggja samferðsukervið.

Vit vilja halda fram við at gera greiðari uppgávubýti millum land og kommunur.

 

Tjóðskaparkósin

– Tjóðskaparliga stavnhald Fólkafloksins er, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Hetta ber í sær, at endamál floksins er fult sjálvstýri fyri Føroyar, soleiðis at vit fáa lóggávuvald á øllum økjum og úteftir telja við sum suverenur statur javnbjóðis øðrum sjálvstýrandi londum.

Vit skulu aftur hava tamarhald á føroyska búskapinum, tí politiskt sjálvræði kann einans røkkast við búskarligum sjálvbjargni.

Vit vilja hava samráðingar við Danmark um frælsan felagsskap millum Føroyar og Danmark.

Vit vilja arbeiða fyri einum felagsskapi millum tvey líkastillað lond.

Vit vilja eftir greiðari ætlan yvirtaka øll málsøki í yvirtøkulógini, har yvirtøka av loftrúminum eigur at koma fyrst.

Vit vilja yvirtaka flogferðslumyndugleikan.

 

Altjóða

Vit vilja, at vit skulu reka okkara egna uttanríkispolitikk við fullari ábyrgd.

Vit siga nei til ES limaskap og ja til samstarv.

Vit vilja hava fríhandil millum Føroyar og ES á øllum fiskavørum.

Vit vilja gera eina veruliga fríhandilsavtalu við Bretland.

Vit vilja styrkja arbeiðið at fáa fríhandilsavtalur, eitt nú við Rusland, Kina og Japan.

Vit vilja, at Føroyar skulu gerast sjálvstøðugur limur í WTO.