Heðin Zachariasen stillar upp

Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, stillar upp til komandi løgtingsval.

Tað gjørdist greitt á uppstillingarfundinum hjá Norðstremoyar Fólkafloksfelag mikukvøldið 3. apríl.

- Eg ætli mær at arbeiða fyri at blíva valdur og blíva partur av landspolitiska umhvørvinum aftur. Eg ynski at føra ein borgarligan politikk, ið tænir landinum, fólkinum og vinnulívinum og fáa tey mál ígjøgnum, ið Fólkaflokkurin arbeiðir fyri, segði Heðin Zachariasen við in.fo, tá hann varð spurdur um uppstillingina.

Tað kann ikki sigast greiðari.

Heðin Zachariasen hevur áður umboðað Fólkaflokkin í bæði løgtinginum og landsstýrinum. Hann var løgtingsmaður frá 2004 til 2011 og landsstýrismaður í innlendismálum frá 2007-2008.