Jákup Mikkelsen stillar upp til Fólkatingsvalið

Ein føroysk rødd á Fólkatingi kann gera góðan mun og hava stóran týdning fyri okkara samfelag, tí er umráðandi, at tað verður ein hóvlig Fólkaflokksrødd, sum umboðar Føroya Fólk á Fólkatingi og sum arbeiðir fyri Føroyskum áhugamálum, øllum samfelganum til gagns.

Á Fólkatingi vilja vit virka fyri einum góðum og uppbyggjandi samstarvi millum lond okkara. Eitt Fólkafloksumboð á Fólkatingi fer at virka óheft at donskum flokkum, men vil nýta sessin at tryggja okkara viðurskifti. Vit fara at føra ein virknan politikk i Fólkatinginum.

Vit siga nei til ES limaskap og ja til samstarv.
Okkara umboð á Fólkatingi vil verja okkum fyri ágangi og boykottum frá ES.

Javnaðarflokkurin hevur hildið hondina undir einari danskari stjórn, sum stongdi danskar havnir fyri føroyskum skipum og lat ES boycotta okkum í samband við makrelstríðið. Tað hevði ikki komið uppá tal hjá einum Fólkaflokksumboði á Fólkatingi. Fólkaflokkurin á Fólkatingi er tann sami sum Fólkaflokkurin á løgtingi.

Vit vilja styrkt samstarv um útbúgving, gransking og heilsurøkt

Vit fara at hjálpa flóttarfólki har tey eru, og ikki taka tey til Føroya

Vit vilja yvirtaka útlendingamál. Vit skulu tryggja at útlendingar sum koma til Føroya fáa eina góða og virðiliga mótøku og umráðandi er at hesi fólk verða væl integreraði í okkara samfelag, men tað skal verða føroyskir mynduleikar sum avgera hvør kemur til Føroya og hvør ikki kemur.

Jákup Mikkelsen, løgtingslimur