Jú, Andras Róin - Bústaðir viðvirka til sentralisering og tað er ikki nøktandi!

Andras Róin skal verða vælkomin at leggja eftir mær sum politikara, men tað broytir ikki veruleikan, sum Bústaðir sjálvt staðfestir í síni seinastu ársfrágreiðing, har upplýst verður, at hetta almenna felag higartil hevur bygt og lagt ætlanir um 20 bústaðir fyri hvørjar 1000 íbúgvar í høvuðsstaðnum, meðan tey 60% av Føroya fólki, sum búgva kring landið, bert fáa 6 bústaðir pr. 1000 íbúgvar frá hesum almenna felagnum.

Tað er sjáldan imponerandi at lesa aftursvar frá einum almennum stjóra, tá hesin brúkar stóran part av síni orku uppá at viðgera persónin, sum svarið er til, heldur enn at viðgera evnið, sum verður umrøtt. Júst soleiðis er kenslan, eg siti við, eftir at hava lisið svarið frá Andrasi Róin, stjóra á Bústøðum, til staðfestingar mínar, sum fult og heilt byggja á upplýsingarnar, sum Bústaðir sjálvt hevur framleitt í síni seinastu ársfrágreiðing.

Út frá hesi ársfrágreiðingini hjá Bústøðum kunnu vit staðfesta, at at hetta almenna felag higartil hevur bygt og lagt ætlanir um 20 bústaðir fyri hvørjar 1000 íbúgvar í høvuðsstaðnum, meðan tey 60% av Føroya fólki, sum búgva kring landið, bert fáa 6 bústaðir pr. 1000 íbúgvar frá hesum almenna felagnum.

Tað er hetta, sum eg havi ført fram í mínum almenna skrivi, har eg vísi á, at Føroya Løgting ikki eigur at góðtaka, at eitt alment fíggjað felag á henda hátt stuðlar undir sentraliseringina av bústaðamynstrinum í Føroyum, sum longu frammanundan er ógvuliga sterk og einvís, tí privata byggivinnan byggir so at siga allar sínar bústaðir í høvuðsstaðnum og næstan einki úti um landið, har tað búgva góð 60% av Føroya fólki.

Fyri meg er hesin sentralistiski politikkurin hjá Bústøðum eitt álvarsmál, sum als ikki kann góðtakast, og tí harmar tað meg, at almenni stjórin í sínum svari til mínar staðfestingar slær hetta álvarsmál meir ella minni upp í glens við speirekandi at “fegnast um, at eisini Jákup Mikkelsen ynskir fleiri leigubústaðir um alt landið”. Hetta er ikki eitt serliga virðiligt støði at leggja seg á sum almennur stjóri, men sjálvandi kann tað vera freistandi at gera, tá ið ein ikki hevur nakað líkinda svar at geva.

Svarið frá stjóranum í Bústøðum ber tíverri mest brá av at vera ein burturforkláring og lutvíst snaring av tølum við at taka eina stóra bústaðaeind í høvuðsstaðnum burtur úr hagtølunum, sum ikki er serliga álitisvekjandi.

Andras Róin endar sína grein við at siga, at Bústaðir væntar “í 2025 at hava umleið 900 leigubústaðir, harav ein lítil helvt verður uttan fyri høvuðsstaðin”. Til hetta skal eg boða frá, at hetta býtið er als ikki nøktandi, tí hetta staðfestir illgruna mín um, at Bústaðir framvegis ætlar at byggja størra partin av sínum íbúðum og bústøðum til tey 40% av Føroya fólki, sum búgva í høvuðsstaðnum, har privata byggivinnan í løtuni byggir hundraðtals bústaðir.

Hetta er als ikki nøktandi, og eg fari enn einaferð at boða frá, at hesin sentralistiski hugburðurin hjá okkara almenna Bústaðafelag ikki kann góðtakast.

Løgtingið má krevja av Bústøðum at byggja meir íbúðir kring um landið.

Jákup Mikkelsen
Løgtingslimur fyri Fólkaflokkin