KvF, fólkatingsvalið og Fólkaflokkurin

Hósdagin kunngjørdi Fólkaflokkurin valevni og valskránna til fólkatingsvalið.
Bíðað varð við spenningi at vita, hvussu KvF fór at kunna almenningin um útspælið.
Tað kom so í DV sama kvøld og har vóru úr stóru rúgvuni tveir vinklar selekteraðir til síggjaran. Og alt var við tað gamla frá KvF.

Heimildarlógin
Annar vinkulin var uttanríkisheimildarlógin, har tíðindamaðurin, sum valla var komin úr barnaskúlanum í 2005, upp í saman vildi vita,hvíflokkurin vildi hava heimildarlógina endurskoðaða.
Floksformaðurin greiddi sakliga frá, at lógin á flestu økjum hevði verið eitt stórt framstig, men at tvinnanin saman við Grønlandi og tulkingar í DK orsakaðu, at Fólkaflokkurin nú vildi hava heimildarlógina endurskoðaða.
Eitt greitt og sjálvsagt svar.
Svarið hóvaði sjónliga ikki tíðindamanninum. Tí vóru onnur ráð tikin fyri at varpa ivasamt ljós á formann og Fólkaflokk.
Svarið var sjálvsagt Tjóðveldi.
Helvtin av innslagnum um valskrá Fólkafloksins snúði seg nú um, hvat Tjóðveldi segði í 2005?
Altso fekk Tjóðveldi helvtina av kunningina um Fólkaflokkin í Prime Time í DV – sera sakligt, má sigast?!
Tjóðveldi, sum hevur spesialiserað seg í at vera uttan ávirkan.
Eisini í 2005, tá flokkurin var ímóti heimildarlógini – ikki orsakað av grundgevingunum, sum Fólkaflokkurin nú hevur, men bert fyri at vera ímóti.
Og fyri at gera sketsjuna fullborna, so vísti DV í kunningini um Fólkaflokkin brot frá mótmælisfundi niðanfyri Løgtingið, har ein skurvut blanding av tjóðveldisfólki, eini 50, saman við tjóðvelidorkestrinum 200 mótmælti – móti hvørjum mundu eingin av teimum vita, tað var í hvussu ikki móti tí, sum Fólkaflokkurin nú vil hava á beint.
Men tað var so sakligi vinkulin hjá KvF um fólkafloksskránna í hesin táttinum.

Annika Olsen
Næsti táttur hjá DV var um uppstillingina.
Har var Annika Olsen krossforhoyrd um javnstøðu og um kvinnuumboðanina á fólkaflokslistanum. Nú var at varpa negativt ljós á flokkin og landsstýriskvinnuna.
Skilligt er, at KvF her hevur ein trupulleika, tí hví hevur kvinnuumboðanin hjá Fólkaflokkinum nú brádliga áhuga, tá hetta slettis ikki var eitt mál, tá Sambandið kunngjørdi sín lista?
Man tað vera tí, at KvF veit, at Annika Olsen burturav er besta kvinnuliga (ja, helst yvirhøvur) umboðið í Føroyum til fólkatingssess, samstundis sum Annika farnu árini hevur víst framúr úr evnir sum landsstýriskvinna.
Annika Olsen hevur tí reellan møguleika at verða vald, eingin ivi um tað.
Fólkaflokkurin vil ikki spjaða kvinnuatkvøðurnar, soleiðis sum hinir flokkarnir nú gera, men undir paroluni – javnstøðu.
Er nakar ivi um hvørjir hinir flokkarnir vilja hava valdan ella skal flestar atkvøður? Tað er í hvussu ikki er nøkur kvinna, sum kemur í ljósmála hjá teimum.
Hjá Fólkaflokkinum hevur Annika Olsen er veruligan møguleika. Tað veit Fólkaflokkurin, men tað vil KvF neyvan skal henda.
Spurningurin er tí, kennir partapolititiska ósmædnið í KvF eingi mørk?

Bjarni Djurholm,
ikki fólkatingsvalevni