Upptakið eftir hetta landsstýrið verður stórt – men tað megnar Fólkaflokkurin

Fólkaflokkurin bæði er tilreiðar og førur fyri at taka á seg uppgávuna at steðga almenna nýtslugildinum hjá Tjóðveldi, Javnaði og Framsókn, sum vísa ein ræðandi líkasælan hugburð til stýring av almenna nýtsluni í hesum lítla landi okkara, samstundis sum vit eru vitni til eina fíggjarliga gølu fyri og aðra eftir, og nú krubban er tømist, hóast brandskatting av vinnuni, skal eitt tjóðleikarhús byggjast fyri pengar hjá øðrum.

Øll vita, hvussu hendan sosialistiska landsstýrissamgongan hevur brandskattað fiskivinnuna og skapt skaðiligan ótryggleika við beinleiðis vinnufíggindaligum hugburði og atgerðum ímóti serstakliga teimum fyritøkum og økjum í landinum, sum í áratíggju hava satsað fiskivinnu við íløgum, ið vóru byrjaðar at skapa stórrakstrarfyrimunir, effektivisering og harvið ein grønari fiskivinnuflota.

Umframt at mistonkiliggera og lítisvirða dugnaligar reiðarar og sjómenn – serliga í ávísum økjum av landi okkara – so hava Høgni, Aksel og Poul bókstavliga vundið pening úr fiskivinnuni við tilfeingisgjøldum og eksperimenterandi uppboðssølum.

Hesir óhugnaliga dugnaligu skattainnkrevjarar, sum eftir seinasta løgtingsval gjørdu alt fyri at halda Fólkaflokkin uttan fyri allar samgongusamráðingar, hava samstundis víst ein ræðandi líkasælan hugburð til stýring av almenna forbrúkinum í hesum lítla landi okkara.

Størsti vandin við trimum vinstravendum flokkum í stjórn er vøksturin í almennu útreiðslunum. Undanfarna borgarliga samgonga helt útreiðsluvøkstrinum niðri á 1,3% um árið. Inntøkurnar vuksu nærum tríggjar ferðir so nógv. Tí kundu vit eftir fýra árum lata frá okkum ein landskassa við yvirskoti. Hendan samgongan hevur hækkað útreiðslurnar við 4 % fyrsta árið og hevur hildið fram í sama spori hvørt ár, umframt at tey fullkomuliga hava mist stýringina av stóru íløgum landsins.

Tað er sum um, at teir halda, at bara mann krevur nóg nógv inn í skatti og gjøldum, so ger tað einki, um Glasir kostar hundraðtals milliónir meir enn ætlað, og so ger tað heldur einki, um H-bygningurin hjá LS eisini kostar tíggjutals milliónir meir enn budgetterað. Nei, tað ger einki, tí vit kunnu altíð tøma fiskivinnuna fyri 100 milliónir afturat – ella 200, hvat ger tað!!

Og nú krubban er farin at tømast, kemur sami landsstýrismaður, sum hevur kravt inn hundraðtals milliónir í gjøldum frá fiskivinnuni – nú hevur sami maður ikki pengar til at byggja eitt nýtt tjóðleikarhús, men hann ætlar at byggja tað allíkavæl – fyri pengarnar hjá øðrum enn landskassanum.

Ja, soleiðis hugsa hesir menn, sum alt meira líkjast honum, ið átti hønu, ið varp gullegg. Hann kundi valt at givið hønuni góðar umstøður, so hon kundi halda fram at verpa gullegg, men ístaðin vildi hann hava øll eggini beinanvegin, so hann drap hønuna!!

Jákup Mikkelsen

Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin