Nógv meira uppsjóvarfiskur útfluttur í ár

Vit hava gjørt avtalu um makrelin og eru í samráðingunum um sild og makrel.

Vit eru í ferð við at leggja alt í eina trygga legu, har føroysku kvoturnar eru á einum munandi hægri støði.

Tí er tað umráðandi, at vit gera arbeiði liðugt.

Við pelagiska fiskinum hava vit skapt munandi betur umstøður fyri føroyska samfelagið.

Møguleikarnir til vøkstur eru stórir, verður rætt borið at. Vit eru tætt við at gera eina avtalu við ES um fríhandil fyri allar fiskavørur til ES-marknaðin.

Føroyska vinnan brynjar seg til avbjóðingarnar. Lat uppboðssøluflokkarnir ikki sleppa at eksperimenterað við allari vinnuni, tí tað skapar ótryggleika.

Vit vita hvussu pelagiski fiskurin skal umsitast, so hann framhandandi kann skapa vøkstur og valferð.

Góði veljari, tí biðja vit um tína atkvøðu, so vit kunnu halda áfram.

Jacob Vestergaard

Valevni Fólkafloksins