Ólavur Jóannesarson Hansen stillar upp til býráðsvalið í Havn

Navn: Ólavur Jóannesarson Hansen

Aldur: 36 ár
Útbúgving: Løgfrøði, Cand. Jur. KU
Starv: Fulltrúi í Heilsu- og innlendismálaráðnum
Hjúnarstøða/Børn: Giftur og saman hava vit 3 børn.
Frítíðarítriv: Famija, vinir, tónleikur, samkoma, Tvørmegi/Crossfit, fótbólt. Akkurát nú er tað nógv garasja, sum eg byggi sjálvur og kommunuvalið sjálvandi.

Hjartamál:
Álit við ábyrgd.
1. Kommunalan útboðsportal, ið gongur fremst fyri at menna eina fría atgongd til alt kommunalt innkeyp. 2-3 skulu altíð spyrjast. Útboð skulu gerast soleiðis, at tað loysir seg at bjóða.
2. Fleiri og fleiri flyta til Føroyar og sakna búðstaðir og útboðið av bústøðum er ov lítið. Møguleikarnir hjá 1 ferð keyparum er í løtuni sera trupult. Virkast skal fyri at útvega grundstykkir til møguligar keyparar og samstundis fáa til vega ein framskygdan búðstaðarpolitik. Háhús, hugburðsbroyting.
3. Umhvørvið skal merkja Tórshavn. Tórshavn skal liva upp til verandi lóggávu á økinum, men eisini skal tann grøna havnin hugsast inn í vegir, gøtur, torg og byggningar.
4. Ítróttur - Fleiri ítróttargreinar eru komnar til Føroyar og hesar skulu verða sjónligar. Samstarv skal gerast við feløg um fleiri uttandura Crossfit venjistøðir kunnu staðsetast í miðbýnum.
5. Trivnaður - Góða gongdin í Tórsgøtu skal tryggjast víðari. Kommunan skal viðurkenna týdningin av at samla býin og arbeiða víðari fyri, at Tórshavn leggur dent á trivnað.

Ólavur Jóannesarson Hansen
Valevni, Havnar Framburðsfelag
Kommunuvalið 2016