Onki boð!

Nú hava onnur eisini funnið útav, at teir, Aksel, Poul og Høgni, onki boð hava uppá, hvussu teirra uppboðssøla av fiskirættindum skal skipast.


Aksel skal fara varisliga fram. Arbeiðsplássini hjá teimum sum virka í fiskivinnuni skulu seljast yvir eitt áramál. Tað serliga við uppboðssøluni hjá Aksel er, at tey sum keypa, sleppa frá at gjalda, tá uppboðssølan er. So hevur ein hoyrt tað við.

Tað sum er mest áhugavert er, at Aksel skal fíggja skattalættan til lág- og miðallønt við pengum frá uppboðssøluni, altso uppboðssøluni, har tey sum keypa sleppa frá at gjalda?

Poul skal selja øll arbeiðsplássini í fiskivinnuni alla tíðina. Summi fyri eitt stutt tíðarskeið, meðan onnur kunnu verða longur. Ein kann ímynda sær, hvat tey hugsa, sum arbeiða í fiskivinnuni. Hugsa tær, um títt arbeiðspláss bleiv selt á uppboðssølu.

Høgni hevur verið tann stinnasti at funnist at førda fiskivinnupolitikkinum. So stinnur, at hann ongantíð hevur funnið útav, hvat hann sjálvur heldur. Tað kom týðiliga til sjóndar í Andglettinum. Tað nýggja var, at uppboðssølan hevði broytt navn til "upslagstalvu"?

Tað besta var, at hann skuldi fíggja skattalættan við sølum av loyvum, pengum, sum ikki eru til.

Eftir stendur, at Fólkaflokkurin er tann einasti flokkur, sum veit, hvussu fiskivinnan skal skipast.

Tí er valið einfalt, vel Fólkaflokkin.

Jacob Vestergaard

Valevni Fólkafloksnins