Ósexut

Tað verður onkuntíð skotið okkum borgarligu í skógvarnar, at okkara politikkur er so ósexutur, sum tikið verður til.

Ein kann sjálvandi dvøla við hesa orðing, og ymiskt er nokk eisini, hvussu hon verður tolka, alt eftir, hvønn, ið tú spyrt:

Ungdómurin kennir seg kanska ikki altíð aftur í okkara stevnumiðum !

Kvinnulig umboðan kundi nokk verið vekta meira !

Fáa ofta prik fyri, at vit ongan " bleytan" politikk hava !

At vit bara tonkja upp á vinnulívið og pengamennirnar !

At mentan bara er nakað, ið vit snakka um, upp til val !

Tjóðskaparligir vingliskøltar, tí vit ikki eru eins bráræsin á sjálvstýrisleið, sum onkur annar .

Ja, eg kundi hildi á fram, tí tey neiligu lýsingaorðini tróta ikki !

MEN:

Um tað at verða fíggjarliga ábyrgdarfull er ósexut, so eru vit tað !

Um tað, at seta nýtslu eftir inntøkum er ósexut, so eru vit tað!

Um at halda tað, ið vit lova, og meina tað, er ósexut, so eru vit tað !

Um tað, at tora, at svimja ímóti streyminum, tá ið samfelagsrákið gongur okkum ímóti, er ósexut, so eru vit tað !

Um tað, at viðurkenna, at eitt livandi vinnulív er fíggjarligi krumtappurin í dagsins Føroyum, er ósexut, so eru vit tað !

Um tað, at vit arbeiða langsikta, heldur enn stuttskygd, er ósexut, so eru vit tað !

Um tað, at verða semjusøkjandi, heldur enn spjaðandi, er ósexut, so eru vit tað !

Um tað, at.............................................

MEN; Vit tora at kalla ein haka fyri ein haka, og ein bøkk fyri ein bøkk, uttan at brúka fleiri rullur av innpakkningspappír, at káva út yvir við. Hetta fyri at veljarin altíð veit, hvat vit standa fyri, og hvørji virði, vit fara til val uppá, og hava við okkum til samgongusamráðingar.

Vit fáa ongantíð alt, ið vit ynskja okkum í einum samgongusamstarvið, men fara altíð eftir, at kunna seta djúp borgarlig fingramerkið á samgonguskjalið.

Hettar haldi eg er mega sexut.

Gott val.

Michael Dalbø

Valevni Fólkaflokksins til Løgtingsvalið.