Tíðindi

 

Havnar Framburðsfelag - aðalfund!

11. Mar 2019

Árligi aðalfundurin verður í Fólkaflokshúsinum í Jónas Broncksgøtu 29, Tórshavn, hóskvøldið tann 14. mars kl. 19.30. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Havnar Framburðsfelag ...

les meir

Bretlands-avtalan ein vánalig avtala

10. Mar 2019

Landsstýrismaðurin, Poul Michelsen, kallar tað ein fríhandilssáttmála við Bretland, men í veruleikanum er hetta eitt avrit av vánaligu handilsavtaluni, sum vit hava við ES. Sáttmálin gevur bretskum vørum fría atgongd til føroyska marknaðin, meðan vit renna okkum í tollmúrar, um vit fara at “meirvirka”...

les meir

Heðin brúkti yvir hálva milliard kr. um minuttin

08. Mar 2019

Í røðu á løgtingi í gjár, sum vardi 20 minuttir, megnaði Heðin Mortensen, landsstýrismaður, at brúka 10 milliardir og 560 milliónir kr., tvs. yvir hálva milliard kr. um minuttin. Der lades alt håb ude. Nú valskeiðið nærum er liðugt kom Heðin Mortensen, landsstýrismaður,...

les meir

Bara dekkara gjalda fyri skúla

08. Mar 2019

Jørgen Niclasen, formaður fólkafloksins, hevur lagt uppskot til samtyktar fyri løgtingið, har heitt verður á landsstýrið um at gera lógaruppskot, sum tryggjar, at okkara ungu fáa ókeypis trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum. Uppskotið verður lagt fram í morgin, hósdagin 7. mars. ...

les meir

Loyvt at flyta ófiskaðar kvotur

08. Mar 2019

Jørgen Niclasen, formaður fólkafloksins, hevur lagt uppskot fyri løgtingið, ið gevur reiðaríum møguleika at flyta ófiskaðar kvotur yvir um ár. Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Jørgen Niclasen: Endamálið við uppskotinum er, at Føroyar skulu gagnnýta tað ríkidømi í havinum, sum...

les meir

Alivinnan og fiskivinnan skulu hava javnbjóðis treytir

05. Mar 2019

Vingluta vinnupolitiska linjan hjá sitandi vinstrahallu samgongu hevur eina køvandi ávirkan á serstakliga fiskivinnuna, ið ikki hevur somu treytir at virka undir sum t.d. alivinnan. Høvuðsvakstrarkeldurnar til stóra búskaparvøksturin í Føroyum seinnu árini er serliga stóri útflutnigsvøksturin hjá alivinnini og pelagisku vinnuni, sum við sínum...

les meir

Foreldur 1 og foreldur 2

01. Mar 2019

Fólkaflokkurin hevur altíð og vil framhaldandi byggja land okkara á góðu gomlu føroysku kristnu grundvirðini. Grundvirðir, sum hava bygt okkara samfelag ígjøgnum øldir. Hjúnarbandið millum mann og kvinnu, gudsóttandi heimini og barnauppalingina og nei til fría fosturtøku. ...

les meir

Norðoya Fólkafloksfelag ársaðalfund 12. mars

24. Feb 2019

Ársaðalfundurin hjá Norðoya Fólkafloksfelag verður í Gamla Seglhúsinum, týsdagin tann 12. mars 2019 kl. 19.00. Skrá:• Nevndin gevur frágreiðing um farna árið.• Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til góðkenningar.• Val av nevnd.• Val av limi eykalimi í floksleiðsluna.• Val av...

les meir