Psykiatrisk skaðastova

Tað er ein sannroynd, at vit dagliga umgangast fólk, sum hava sálarligar trupulleikar. Tey hava ymiskt at dragast við, og ofta er ringt at seta orð á hvat bagir. Um hesi knappliga eitt kvøldið hava tørv á sálarligari 1.hjálp, so hava hesi ikki nógvar møguleikar at søkja sær hjálp. Hetta ger seg kanska serliga galdandi har onki ella lítið socialt netverk er.

Um tú brýtur beinið, ella fært skaða í ryggin, so fert tú á skaðastovu til kanningar. Út frá tí verður støða tikin til, hvat víðari skal gerast.

Sálarlig mein síggjast ikki við eygunum á sama hátt sum fysiskir skaðar, men eru minst líka so álvarsligir. Um tú fært skaða í sálina og hevur akuttan tørv á læknahjálp, so er ongin akut skaðastova at leita sær hjálp hjá.

Hetta er ikki nóg gott. Tí eiga vit sum skjótast at fáa eina psykiatriska skaðastovu. Fólk fara á skaðastovu við brotnum beini og øðrum fysiskum skaðum og eiga á sama hátt kunna fara á eina psykiatriska skaðastovu við akuttum sálarligum trupulleikum.


Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir

Valevni Fólkafloksins