Rói B. Poulsen stillar upp til býráðsvalið í Havn

Rói B. Poulsen stillar upp til býráðsvalið í Havn. Rói er 30 ár og ættaður úr Havn. Rói býr Undir Kongavarða á Argjum saman við Lauru og dóttir teirra, Miru.

Rói hevur drúgvar royndir í ungmannafelagnum hjá Fólkaflokkinum, HUXA, har hann var formaður í nógv ár.
Dagliga starvast hann sum leiðari fyri sølu, handlar og produktmenning hjá Vodafone. Rói er formaður í FUR (Føroya Ungdómsráð) har hann hevur sitið í fimm ár. Somuleiðis er hann formaður fyri FC Argir og er í nevndini fyri Ítróttarvedding.

Eitt av hjartamálunum hjá Róa er vinnulívið. Hann vil betra íverksetaraumhvørvið í Tórshavn við at geva smáðum startup fyritøkum hølir umframt "starthjálp" og ráðgeving. Somuleiðis ætlar hann at virka fyri betri parkeringsviðurskiftum í miðbýnum.
Rói ynskir eisini at arbeiða fyri at lækka skattaprosentið, og at fáa betri kor til barnafamiljur t.d. við at hækka barnafrádráttin og hava betri ansingartilboð í kommununi hjá teimum, ið arbeiða skeivar tíðir. Eisini heldur Rói tað verða umráðandi, at kommunan hevur góðar karmar til ítrótt og frítíðarítriv. í hesum sambandi heldur hann millum annað, at arbeiði at útbyggja svimjihøllina og at byggja nýggjan musikkskúla eigur at framskundast.

Havnar Framburðsfelag​