Samband við nútíðina

Góði veljari.

Ávísir flokkar siga seg hava samband við framtíðina !
Aðrir liva í fortíðini !
Fólkaflokkurin er ein nútímans flokkur, ið við viðring fyri sínari grundleggjandi stevnuskrá, allatíðina heldur fingurin á nútíðar pulsinum.
Hettar skal skiljast sum, at vit alla tíðina fylgja við, hvat ið rørir
seg í dagsins Føroyum, ið er, og altíð skal verða, eitt samfelag fyri okkum øll.
Tað er ikki sjálvbjargnisleið, at dvøla við tað, ið fari er; ei heldur at droyma um tað, ið møguliga kemur.
Vit mugu altíð halda okkum til dagsins verðuleika, og har frá leggja langsiktaðar loysnir; polittiskt, búskaparliga, eins væl og sosialt.
Hav hettar í huganum, tá ið krossurin skal setast 1. septembur.
X við A.
Gott val.

Michael Dalbø
Valevni Fólkafloksins