Silicon Tórshavn - eitt paradís fyri íverksetarar

Vit eru komin langt innan íverksetan í Tórshavnar kommunu. Nú skulu vit koma uppaftur longri. "Hugskotið" var fantastiskt tá tað kom, men nú skulu vit veruliga spíla okkum út. Tórshavn skal vera eitt paradís fyri íverksetan, eitt eldorado fyri nýhugsan Hyggið bara eftir Silicon Valley ella Tech City í London. Hetta eru býir, sum satsaðu, og nú floymast íverksetarar í hópatalið. Hví? Tí teir góvu íverksetarum møguleikan at mennast.

Silicon Tórshavn

Tórshavn skal vera okkara Silicon Valley. Íverksetarar skulu floyma úr øllum landinum til Havnar. Vit skulu geva teimum bestu umstøðurnar í heiminum. Tað gera vit við at gera stóra bygningin á Bacalao um til eitt íverksetarparadís.

Kommunan eigur bygningin, og tí kostar tað ikki skattaborgaranum eina krónu eyka. Ístaðin taka vit ein "deyðan" bygning, og gera hann um til ein livandi bygning, har íverksetarar úr øllum landinum koma saman, at menna síni hugskot.Vit hava longu sæð, hvussu fantastiska dugnaligir okkara íverksetarar eru: vit vinna í heilum íverksertaraprísir uttan fyri landoddarnar. Kreativteturin er longu her. Hann gongur millum okkum, men hann er spjaddur runt um í býnum og kring alt landið.

Ímynda tær líka lívið, tá forritarar, teldusniðgevar, tónleikarar, yrkjarar, listafólk, smærri fyritøkur, og fólk við góðari og kreativari útbúgving savnast í flotta bygninginum á Baclao.Ímynda tær hugskotini, kreativitetin, hvussu tað fer at sprutla við orku og synergy effekt, tá íverksetararnir fáa møguleikan at sparra og samstarva.

Tað verður ein "kreativitesbumba", sum innan fyri nøkur heilt fá ár, kann kasta fleiri 100 arbeiðspláss av sær. Hetta kemur heldur ikki at beina fyri ætlanini, nú tað hoyrist, at Setrið ætlar sær í bygningin. Tvørturímóti. Setrið og íverksetaraparadísið hoyra saman. Akkurát sum egg og bacon.

Vit skulu sum skjótast hava okkara Silicon Tórshavn, sum verður eitt paradís fyri íverksetan.

Rói B. Poulsen

Kommunuvalevni fyri Fólkaflokkin