Skattafrádráttur fyri húsaleigu skal halda fram

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur svarað fyrispurningi frá Una Rasmussen um skattafrádrátt fyri húsaleigu.

Landsstýrismaðurin ætlar at leggja uppskot fyri Løgtingið fyri at leingja verandi skattafrádrátt fyri húsaleigu á 100.000 kr.

Uppskotið verður væntandi lagt fyri Løgtingið stutt eftir ólavsøku í ár.

Støða er ikki tikin til, hvussu nógv ár, skattafrádrátturin á 100.000 kr. verður longdur.

Skattafrádrátturin fyri húsaleigu eftir bruttoskipanini hækkaði úr 50.000 kr. til 100.000 kr. frá 1. januar 2019.

Tískil eru bara tvey ár liðin, síðani frádrátturin hækkaði. Árið 2020 var nógv merkt av koronufarsóttini, og sera fá ferðafólk komu til landið í 2020 sammett við undanfarin ár.

Orsakað av hesum er torført at meta um, hvørt hækkingin í frádráttinum hevur gjørt, at fleiri hús og íbúðir eru vorðin tøk til langtíðarleigu og um hvørja ávirkan koronufarsóttin og fáu ferðafólkini í 2020 hevur havt á útboðið av húsum og íbúðum til langtíðarleigu.

Tó síggjast ábendingar um, at hækkingin í frádráttinum hevur havt eina ávirkan.

Talið av leigumálum, sum vórðu uppgjørd eftir bruttoskipanini hækkaði í 2019. Tølini fyri 2020 eru ikki endaliga gjørd upp enn.