Skráin fyri landsfundin 16. november

Landsfundur Fólkafloksins verður á Hotel Hafnia í Tórshavn leygardagin 16. november 2019 kl. 13:00.

Floksformaðurin, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, byrjar fundin við formansrøðu síni.

Næst honum leggja landsstýrisfólk floksins Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fram um teirra málsøkir.

Síðani fáa tingfólk floksins orðið, at greiða frá tingarbeiðinum í stuttum.

At enda verður orðið frítt. 

Les meira á Facebook:

https://www.facebook.com/events/3398243160215783/