Tillagað starv – eisini frameftir

Ongin í verandi skipan fer at fáa minni enn eina arbeiðsmannaløn.

“Skipanin við tillagaðum starvi er ein góð skipan, og tað heldur hon fram at vera,” sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum. Ongin í verandi skipan fer at fáa minni enn eina arbeiðsmannaløn. Tey við lægstu lønini fara at fáa hægri veiting enn tey við hægstu lønini Meginreglan í nýggju skipanini er, at tey við lægstu sáttmálalønini nú fara at fáa lutfalsliga hægri veiting frá tí almenna enn tey við hægstu lønini. Tey, sum hava rætt til tillagað starv í dag, fara eisini at hava henda rætt frameftir. Treytirnar fyri at fáa játtað eitt tillagað starv verða ikki broyttar, og tey flestu í tillagaðum starvi fara eisini frameftir at fáa vanliga sáttmálaløn. Breið semja er tó um, at útreiðsluvøksturin skal tálmast, og tí er uppskot lagt fram, sum snýr seg um at gera tillagingar í skipanini. Ein samd fíggjarnevnd hevur eisini heitt á landsstýriskvinnuna um hyggja uppá stóra útreiðsluvøksturin, sum tillaga starv hevur við sær. Seinastu árini eru útreiðslurnar øktar úr 23 milliónum krónum í 2013 upp í 65 milliónir í 2020. Bara tey síðstu trý árini eru útreiðslurnar øktar við nærum 40 mió. kr. Hesin vøkstur er við til at leggja trýst á allar aðrar tænastur innan almannaøkið, og tí er neyðugt við tillagingum. “Eg havi lagt dent á at gera hetta á ein lagaligan hátt, og talan er framvegis um eina skipan, sum ikki hevur sín líka í útlondum,” sigur landsstýriskvinnan. “Vit hava eina skipan, sum í størri mun enn í øðrum londum, loftar teimum, sum ikki megna at vera á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum,” staðfestir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum. Leinkja til faktaboks um tillagað starv, les her: https://lms.cdn.fo/media/14537/faktaboks-um-tillaga%C3%B0-starv-okt-2020.pdf?s=myNjFHLwjFpvl2HxwSBlmqusVzw