Tinglýsingargjaldið skal lækka

Sannlíkt er, at tinglýsingargjaldið fer at lækka. Tað kemur fram í svari, sum Jørgen Niclasen hevur givið Beinir Johannesen uppá fyrispurning um evnið.

Beinir Johannesen spurdi landsstýrismannin um ætlanin var at lækka tinglýsingargjaldið og á tann hátt veita eina hjálpandi hond til teirra, ið útvega sær sethús.

Tað var undanfarna samgonga, ið hækkaði tinglýsingargjaldið úr einum hálvum prosenti og upp í eitt prosent.

Sambært Jørgen Niclasen, er ætlanin at lækka tinglýsingargjaldið niður aftur á ta hálva prosentið:

Svar uppá fyrispurning frá Beini Johannesen, løgtingsmanni, settur, Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um tinglýsingargjald.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvussu nógv hevði tað kostað landskassanum at lækka tinglýsingargjaldið frá 1% til 0,5%?

2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at lækka tinglýsingargjaldið?

Svar:
At lækka gjaldið úr 1% niður í 0,5% kostar áleið 25 mió.kr. árliga.

Inntøkurnar fyri tinglýsingargjaldið vóru 51 mió. kr. í 2020.

Núverandi samgonga, sum var í minniluta í fíggjarnevndini seinasta valskeið, mælti í tilmælinum úr fíggjarnevndini frá at hækka tinglýsingargjaldið.

Samgongan hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri at lækka tinglýsingargjaldið aftur.

Tað ætli eg mær at virka fyri.