Tunlarnir Norður um Fjall

Viðareiðistunnilin var eitt av mínum hjartamálum og hann gjørdist veruleiki.

Tunlarnir Norður um Fjall hava eisini altíð verið eitt av mínum hjartamálum. Lat slett og aldeilis ongan iva vera um tað. Havi altíð arbeitt fyri nútímans tunlum Norður um Fjall. Haldi sjálv , at nútímans tunlar Norður um Fjall áttu at verið gjørdir áðrenn Viðareiðistunnilin.

Í politikki snýr tað seg um at geva og taka og at smíða meðan jarnið er heitt. Viðareiðistunnilin var tað sum politisk semja fekst um. So var at taka av og tað passaði til verandi íløgukarm.

Enn er tíð at gera nútímans tunlar Norður um Fjall. Eg fari at gera alt sum liggur í míni makt, at tað skjótt verður koyrandi Norður um Fjall í nútímans tunlum.


Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Valevni Fólkafloksins