Uppboðssølukaos

Samstundis sum Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn gera seg til talsmann fyri arbeiðsmannin og flakakvinnuna, ætla teir at koyra hesi út í eina stóra óvissu um teirra framtíð. Teirra tilverugrundarlag, teirra arbeiðspláss verða seld á uppboðssølu.

Tað verða ikki bara fiskiloyvini, sum verða seld á uppboðssøluni. Arbeiðsplássini, bæði á sjógvi og landi fylgja við, tí arbeiðsplássini fylgja fiskinum. Um uppboðssølan hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsøkn gerst veruleiki, so er óvist, hvar skipini landa fiskin.

Uttan fisk, onki arbeiðspláss. Tí verður Arbeiðsplássið hjá flakakvinnuni á Kósini eisini óbeinleiðis selt á uppboðssøluni hjá hesum flokkum.

Okkara høvuðsvinna, sum tað hevur tikið øldir at menna, kann verða knúst, um tað verður sum Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsøkn vilja.

Fólkaflokkurin er besta borgan fyri, at tryggir karmar til okkara høvuðsvinnu verða settir í hásætið.

Tit borgarligu fylkist, vit eru noydd at standa saman og samlast um Fólkaflokkin. Hann er veruliga einasta borgan fyri, at hetta ikki hendir. Hetta er eitt UPPRÓP, eitt VARSKÓ.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Valevni Fólkafloksins