Útreiðslurnar øktust meira enn eina milliard

Ósannindi mugu ikki standa ósvaraði.

Formaður Javnaðarfloksins førir ferð eftir ferð fram, at landskassin bara økti útreiðslur landskassans 650 mió kr meðan CEF landsstýrið sat við valdinum. Hetta er ikki rætt.

Borgarliga samgongan lat valdið frá sær í 2015, og hevði CEF landsstýrið valdið 4 ár fram. Talan er um almenn tøl, og kunnu finnast í leiðslukunningarskipanini hjá landinum, og kunnu øll tí finna hesi faktatøl. 2015 vóru útreiðslur landskassans 4.575 mió kr. í 2019 vóru útreiðslur landskassans 5.424 mió. Also ein útreiðsluvøkstur á 849 mió kr. Afturat hesum flutti CEF útreiðslur til fólkapensión frá landskassanum til Samhaldsfasta. Í 2015 vóru goldnar 268 mió kr úr Samhaldsfasta. Í 2019 vóru goldnar 568 mió kr úr Samhaldsfasta. Also ein útreiðsluvøkstur á 300 mió kr. Samanlagt varð tí útreiðsluvøksturin hjá CEF tí 849+300=1.149 mió kr.

Nakað av hesum vøkstri er sjálvsagdur, í og við at fólkatalið økist o.a, men at royna at reingja veruleikan klæðir ikki formanni Javnaðarfloksins. Faktatøl eru faktatøl, og eru løtt at fáa til vega. Tí er lætt at gjøgnumskoða slíka reingjan, við politiskum vinningi fyri eyga.