Vinnan

Búskaparvøkstur er vegurin til vælferð. Tí er neyðugt at virka fyri einum sjálvberandi búskapi, har vinnur av ymsum slag geva avkast og framburð í fríari altjóða kapping, og har trivnaður og umhvørvi verða raðfest høgt. Uppgávan hjá tí almenna verður at tryggja karmarnar, ið eru støðugt grundarlag fyri vinnuligum framburði og búskaparligum vøkstri.


Arbeiðsmarknaðurin skal virka væl, mennandi, vera tryggur og rúmligur. Lætt skal vera at bjóða seg fram, eins og lætt skal vera at fáa fatur á skikkaðari arbeiðsmegi.

• Vit vilja tryggja vinnuni góðar umstøður, so hon verður kappingarfør og lønandi og á tann hátt kemur flest møguligum til góðar - og gera landið bíligari og betri at liva í.

• Vil vilja tryggja føroyskum fyritøkum betri atgongd til almenn arbeiði.

• Vit vilja bjóða almennar tænastuveitingar og bygging út til vinnumarknaðin, har eisini sjálvstøðugt vinnurekandi kunnu bjóða.

• Vit vilja bøta atgongdina til váðafúsan kapital hjá íverksetarum, t.d. gjøgnum grunnar hjá landinum.

• Vit vilja tryggja vinnurekandi og íverksetarum vinnuvegleiðing og hjálp til egið virki. Her verður serliga hugsað um hjálp og vegleiðing í samskiftinum við myndugleikarnar sum t.d. Taks

• Vit vilja framhaldandi tryggja alivinnuni bestu karmar, so bestu búskaparúrslit kunnu spyrjast burturúr.

• Vit vilja virka fyri at fáa fleiri lærlingar í Føroyum - eisini hjá tí almenna.

• Vit vilja økja almenna leiklutin í at marknaðarføra okkum sum ferðavinnuland.

• Vit vilja, at tað almenna gongur á odda at brúka og harvið menna føroyska KT-vinnu.

• Vit vilja framhaldandi betra FAS-skipanina.

• Vit vilja reka ein landbúnaðarpolitikk, sum tekur hædd fyri burðardyggari nýtslu av lendinum, og sum tryggjar vinnuliga gagnnýtslu av øllum tilfeinginum.

• Vit vilja, at føroyskar landbúnaðarvørur ótarnaðar skulu kunna seljast til føroyska brúkaran, bæði beinleiðis, í handlum og á matstovum.

• Vit vilja tryggja framhaldandi stráfóðurstuðul, sum eggjar til framleiðslu av egnum fóðri.

Fróði Ó. Olsen

Valevni Fólkafloksins